1849.06 - Samfelagsmálvísindi


Skeiðsnummar
1849.06
Heiti
Samfelagsmálvísindi
ECTS
10
Endamál
Innleiðsla í økið samfelagsmálvísindi (sociolingvistikkur).
Innihald
Skeiðið er ætlað at vera ein innleiðsla í hetta økið. Samfelagsmálvísindi (sociolingvistikkur) eru vísindi um málið sett í samband við samfelagið her og nú. Altso ein samtíðarlig lýsing av føroyskum. Spurningar, sum verða umrøddir í hesum skeiðinum, eru, hvussu samfelagsstøðan hjá málnýtaranum ávirkar málnýtslu og hugburð hjá hinum einstaka. Á hesum skeiðinum verður dentur lagdur á at lýsa háttaløg og ástøði í samfelagsmálvísindum. Við støði í háttaløgum og ástøði verður spurt, hvat vit kunnu siga um føroyskt í samfelagsmálvísindaligum ljósi. Lyklahugtøk eru málvariatión og málbroytingar. Grundbókin, ið nýtt verður, er Språkmøte – innføring i sosiolingvistikk (2003) eftir Gunnstein Akselberg, Britt Mæhlum, Unn Røyneland og Helge Sandøy.
Læru- og undirvísingarhættir
Mikudag kl. 9-12, heystið 2006.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar.
Ábyrgd
Jógvan í Lon Jacobsen