1850.06 - Verklig (praktisk) týðingarfrøði
Skeiðsnummar
1850.06
Heiti
Verklig (praktisk) týðingarfrøði
ECTS
10
Endamál
Endamálið er, at studentarnir læra at greina høvuðstættir í tí samansettu tilgongdini, sum týðing er, ástøðiliga og verkliga; harumframt verður lagdur dentur á, at teir læra um støðuna hjá týðingum í samfelagnum og læra at týða.
Innihald
Hetta skeiðið leggur áherðslu á týðing í verki (praktiska týðing). Tað verður gjørt við at
1) kanna nøkur vald dømi um týðingar.
2) studentarnir fáa venjing í at týða.
Tað verður arbeitt við grundleggjandi ástøðiligum og verkligum spurningum viðvíkjandi týðing, og kunnað verður um háttalag og hjálparamboð á økinum. Arbeitt verður við bókmentatýðing og yrkistýðing.
Bókmentir, m.a.:
Ástøði (úrval):
- Caminade, Monique og Anthony Pym. 2000. “Translator-training institutions”,
Routledge Encyclopedia of Translation Studies s. 280-285.
- Kunz, Keneva. 2000 “Icelandic tradition” Routledge Encyclopedia of Translation
Studies s. 456-463.
- Malmkjær, Kirsten. 2000. “Unit of translation”, Routledge Encyclopedia of
Translation Studies s. 286-288.
- Laviosa-Braithwaite, Sara. 2000. “Universals of translation” Routledge
Encyclopedia of Translation Studies s. 288-291.
- Pedersen, Viggo Hjørnager og Per Qvale. 2000. “Danish and Norwegian traditions”, Routledge Encyclopedia of Translation Studies, s. 384-390.
- Translation Studies Reader. 2005. Ritstj. Lawrence Venuti. New York&London.
Routledge.
Orðabøkur (úrval):
- Donsk-føroysk orðabók við støði í Donsku-føroysku orðabókini eftir Jóhannes av Skarði. Hjalmar Petersen, Marius Staksberg. 1995. Tórshavn. Føroya Fróðskaparfelag.
- Donsk-føroysk orðabók. 1998. Annfinnur í Skála, Hanne Jacobsen, Jonhard Mikkelsen, Zakaris Wang.Velbastað. Stiðin.
- Føroysk-donsk orðabók. 1961. M.a. Jacobsen og Chr. Matras 1928. 2. útg. Latið úr hondum: Chr. Matras. Tórshavn. Føroya Fróðskaparfelag.
- Føroysk donsk orðabók. Færøsk-dansk ordbog Eykabind. Supplementsbind. 1974.
M.A. Jacobsen og Chr. Matras. Latið úr hondum Eykabind: Jóhan Hendrik
W. Poulsen. Tórshavn. Føroya Fróðskaparfelag.
- Føroysk orðabók. 1998. Jóhan Hendrik W. Poulsen, Marjun Simonsen, Jógvan í
Lon Jacobsen, Anfinnur Johansen, Zakaris Svabo Hansen. Tórshavn. Føroya Fróðskaparfelag.
- Thomsen, Henning. 2000. Føroysk samheitaorðabók. Tórshavn. Stiðin.
Mállæra og málnýtsla (úrval):
Henriksen, Jeffrei. 1998. “Hvørsfall” s. 31-33, Málting 2/98.
Jacobsen, Jógvan í Lon. 1998. “Merkingarfrøði” s. 96-98, Hugtøk í bókmentafrøði.
Jacobsen, Jógvan í Lon. 1991. “Hugleiðingar um orð og innihald” s. 14-21, Málting 2/91.
Læru- og undirvísingarhættir
Mánadag kl. 9 - 12, heystið 2006.
Próvtøkuháttur
Frí heimauppgáva.
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir