1012.04 - Norrønt


Skeiðsnummar
1012.04
Heiti
Norrønt
ECTS
12
Endamál
Studenturin útvegar sær góðan kunnleika í norrønum máli.
Innihald
Við norrønt er her at skilja tað forna málið í Noregi og londunum vesturi í Atlantshavi, ið vórðu bygd haðani. Heimildir um hetta mál eru til skjals fyrst og fremst í hinum ríku forníslendsku bókmentunum, sum høvdu blómingarskeið sítt í 13. øld, men eisini úr Noregi sjálvum er nógv málsligt tilfar varðveitt úr miðøld, ofta í íslendskum handritum. Í Føroyum er lítið til av skrivligum úr miðøld: Seyðabrævið frá 1298 og nøkur skjalsbrøv frá tíðini um 1400 er tað týdningarmesta. Endamálið við náminum er at útvega sær góðan kunnleika í norrønum máli, sum er neyðugur hjá teimum, ið vilja granska málsøgu, bæði føroyska og aðra norðurlendska. Nútíðarføroyskt skriftmál hevur uppruna í teirri regluskipaðu (normaliseraðu) stavseting, ið nýtt verður til norrønar tekstir, og føroysk málslig nýrøkt hevur í stórum leitað sær bót í norrønum fornmáli. Lisið verður hóskandi úrval av norrønum tekstum, t.d úr Snorra Eddu, íslendinga- og kongasøgum o.ø. Saman við tekstalestrinum verður farið ígjøgnum høvuðstættir í norrønari mállæru við denti á ljóðlæru, bendingarlæru og orðalagslæru. Við próvtøkuna skal studenturin: umseta kendan ella ókendan norrønan tekst; prógva dyggan kunnleika um norrøna málkervið: ljóðlagsfrøði (fonologi), formlæru (morfologi) og setningsfrøði (syntax), sum tað er vorðið í regluskipaðum (normaliseraðum) miðaldartekstum; lýsa eyðkenni hjá málformi í uppgivnum tekstum, stíli teirra og tekstslag; seta uppgivnu tekstirnar í bókmenta-, sið- og samfelagssøguligt høpi og vísa kunnleika um varðveitslu teirra. Til próvtøkuna verða givin upp: ein norrøn mállæra (t.d. Ragnvald Iversen: Norrøn grammatikk, 7. utg., 1973, ella Eskil Hansen, Else Mundal, Kåre Skadberg: Norrøn grammatikk, 1975, ella Odd Einar Haugen: Grunnbok i norrønt språk, 2001), 100 bls. í óbundnum máli býttar millum ymisk tekst- og stílsløg og 1 vísindaligt verk, sett saman av styttri ritgerðum og greinum, sum hava samband við uppgivnu tekstirnar.
Læru- og undirvísingarhættir
2 tímar um vikuna í 3 lestrarhálvur ella samsvarandi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar við uttanhýsispróvdøming.
Ábyrgd
Anfinnur Johansen