1123.04 - Bókmentasøga II


Skeiðsnummar
1123.04
Heiti
Bókmentasøga II
ECTS
10
Endamál
At studenturin skal ogna sær góðan kunnleika um føroyska bókmentasøgu og gott innlit í norðurlendska bókmentasøgu, læra seg at skilja og lýsa bókmentir sum søguligt fyribrigdi, læra seg at taka støðu til bókmentasøgu sum vísindi og lærugrein.
Innihald
Lærugreinin fevnir um føroyska og norðurlendska bókmentasøgu frá 1876 til í dag. Lisnar verða føroyskar, eins væl og íslendskar, norskar, danskar og svenskar bókmentir frá 1876 og til okkara dagar. Lisnar verða somuleiðis bókmentasøguligar viðgerðir, ritgerðir og greinir um bókmentasøguna í nevnda tíðarskeiði. Lisnar verða haraftrat greinir, sum viðgera bókmentastovnin og støðuna hjá bókmentum í samfelagnum. Lesturin kann vera skipaður í tíðarrað, í tíðarskeið ella eftir søguligum "knútum"; hann kann miða seg eftir listfrøðiligum, hugmyndafrøðiligum, samfelagssøguligum ella politiskum og búskaparligum viðurskiftum. Lesturin kann eisini leggjast til rættis eftir temum ella tekstsløgum. Í lestrinum eiga tekstirnir at verða settir í samband við samfelagsviðurskiftini, við tann miðilin, sum ber bókmentirnar, tann stovnin, sum breiðir tær út, og teir lesarar, sum tær eru ætlaðar. Til próvtøkuna eigur studenturin at duga at: lýsa skaldsligu og yrkisbókmentaligu tekstirnar á lestrarlistanum við atliti at søgu tekstslagsins; staðseta og lýsa tekstirnar sum úrslit av menningarrákum í tíðarskeiðinum, sum teir eru skrivaðir í; gera grein á ymsum tulkingum av hesum tekstum og vísa á, hvussu bókmentasøguligar viðgerðir bera dám av vísinda- og mentanarrákum í tíðarskeiðinum, sum tær eru skrivaðar í. Til próvtøkuna gevur studenturin upp: A: Skaldsligar og yrkisligar bókmentir, og B: Bókmentasøguligar tekstir. A: SKALDSLIGAR OG YRKISLIGAR BÓKMENTIR: 4 skaldslig verk og 15 stuttar tekstir; av teimum seinnu eru 3 yrkistekstir, ella 3 skaldslig verk, 1 yrkisbókmentaligt verk og 15 stuttar tekstir. Skaldsligu verkini og stuttu tekstirnir skulu vera hóskandi spjadd við atliti at upprunatíð og tekstslag. Danskar, íslendskar, norskar (á nýnorskum og bókmáli) og svenskar bókmentir skulu vera umboðaðar við í minsta lagi einum skaldsligum verki og 5 stuttum tekstum. B: BÓKMENTASØGULIGIR TEKSTIR: 3 bókmentasøgulig verk, partvíst samansett av greinum, sum bæði yvirlitskent og dýpandi viðgera føroyskar og aðrar norðurlendskar bókmentir í tíðarskeiðinum; haruppií viðgerðir av bókmentasøgu sum tekstslag.
Læru- og undirvísingarhættir
2 tímar um vikuna í 2 lestrarhálvur.
Próvtøkuháttur
Studenturin kann 1: fara til munnliga roynd við hálvtíma fyrireiking. Studenturin kann hava uppgivin verk og upprit síni hjá sær, meðan hann fyrireikar seg. 2: skriva fría heimauppgávu. Uttanhýsispróvdøming.
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir