1142.98 - Ritverk


Skeiðsnummar
1142.98
Heiti
Ritverk
ECTS
4
Endamál
At geva studentinum høvi til at fara í dýpdina í einum avmarkaðum evni.
Innihald
Undirvísingin í ritverki skal venja studentin at greina og skapa sær heildarfatan av einum ritverki og fylgja menningargongdini í einum lívsverki, skal menna gávurnar at tolka bæði einstaka verkið og alt ritverkið sum eina heild í sambandi við mentanar- og bókmentarák tíðarinnar og vísa á samfelagslig og sálarfrøðilig høpi, og kunna studentin um ymiskar tolkingar av ritverkinum og bókmentafrøðiliga ástøði teirra. Lisin verður ein hóskandi partur av ritverki. Ritverkið kann vera skaldsligt, endurminningar o.a. Tekstirnir, sum verða lisnir, eiga at umboða ymsu stigini í ritverkinum, bæði viðurkend og minni viðurkend verk. Dagbøkur, brøv og handrit kunnu verða tikin við. Onnur ritverk, sum listaliga ella mentanarliga lýsa ritverkið, kunnu verða drigin uppí. Miðað verður eftir eini heildarfatan av ritverkinum, soleiðis at heildin kastar ljós á stakpartarnar, á tey mest týðandi temuni, á vandamál og gongdina í ritverkinum. Til próvtøkuna skal studenturin duga at greiða frá tematikkinum í ritverkinum og menning tess, greina skaldsligu verkini á lestrarlistanum og greiða frá støðu teirra í ritverkinum, greiða frá, hvussu ritverkið verður viðgjørt í vísindaligu bókmentunum ella seta tað í samband við onnur vísindaverk. Til próvtøkuna gevur studenturin upp: 300 bls. av skaldsligum teksti 100 bls. av teksti um ritverkið
Læru- og undirvísingarhættir
2 tímar um vikuna í 1 lestrarhálvu.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við hálvtíma fyrireiking. Studenturin kann hava tey uppgivnu verkini og upprit (notat) hjá sær, meðan hann fyrireikar seg.