1111.02 - Skaldskapur av manna munni


Skeiðsnummar
1111.02
Heiti
Skaldskapur av manna munni
ECTS
12
Endamál
At geva studentunum grundleggjandi vitan um føroyskan kvæðaskaldskap, sagnir og ævintýr og at geva eitt yvirlit yvir greinirnar, eyðkenni, form og innihald.
Innihald
Skaldskapur av manna munni eru yrkingar- og frásagnarhættir, ið verða skaptir og hava livað í ikki-skriftbundnum samskifti millum fólk. Munnligar frásøgugenrur á bundnum máli eru kvæðir, vísur, tættir og annar dansi-skaldskapur umframt smærri yrkingasløg sum skjaldur o.a. Frásøgugreinir á óbundnum máli eru fram um alt sagnir og ævintýr. Smágenrur eru gátur, orðatøk o.a. Høvuðsevnini eru kvæðaskaldskapur, sagnir og ævintýr. Hartil verður undirvísing givin í granskingarsøgu og ástøði, og nomið verður við skaldskap av manna munni í grannalondunum. Undirvísingin verður løgd eftir at geva eitt yvirlit yvir greinirnar, eyðkenni, form og innihald, og talað verður um týðandi granskingarspurningar, ið eru knýttir at teimum ymsu greinunum. Ymsir skúlar í granskingini av skaldskapi av manna munni verða gjøgnumgingnir og metingar gjørdar av teimum. Givið verður neyvari innlit í summar spurningar, og arbeitt verður við nágreiniligum viðgerðum av einstøkum kvæðum, sagnum ella ævintýrum og/ella bólkum av hesum. Dentur verður lagdur á traditiónstilgongdina og aðrar síður við folkloristiskum metingum so sum brúk og funktión í mun til onnur sjónarhorn, eitt nú estetisk og filologisk. Skriftfesting av skaldskapi av manna munni verður viðgjørd við denti á føroyska kvæðauppskriving. Próvtøka Til próvtøkuna skal studenturin kunna - vísa hollan kunnleika um føroyska kvæðayrking, føroyskar sagnir og føroysk ævintýr - vísa almennan kunnleika um skaldskap av manna munni í grannalondunum - greiða frá traditiónstilgongdini og teimum treytum fyri lívi og skapan, ið eyðkenna skaldskap av manna munni í formi og innihaldi - lýsa ymsar uppfatanir og sjónarmið innan gransking við atliti at vísindaligum og mentanarligum rákum í tíðini. Til próvtøku verða givin upp: Kvæðir: Trý kappakvæðir og seks onnur kvæðir, har allar hinar genrurnar eru við. Sagnir: Uml. 50 s. í prentaðum útgávum. Ævintýr: Uml. 50 s. í prentaðum útgávum. Ástøði: Uppgevast skal tað, sum svarar til 4 vísindalig verk, harav eitt hóskandi úrval av tekstum um fólkaminnisgreinirnar hvørja sær í samráð við læraran og sambæriligt við undirvísingina. Uppgivna tilfarið skal umfata bæði tolkingarspurningar, spurningar um aldur og uppruna og metodiska/kritiska teori, m.a. um innsavning og dokumentatión og um traditiónstilgongdina.
Læru- og undirvísingarhættir
2 tímar um vikuna í 3 lestrarhálvur ella samsvarandi.
Próvtøkuháttur
Studenturin kann velja at 1: fara til munnliga roynd við 1/2 tíma fyrireiking. Studenturin kann hava tey uppgivnu verkini og upprit (notat) hjá sær, meðan hann fyrireikar seg. 2: skriva eina fría heimauppgávu. .
Ábyrgd
Eyðun Andreassen