1122.02 - Bókmentasøga I


Skeiðsnummar
1122.02
Heiti
Bókmentasøga I
ECTS
10
Endamál
Studenturin skal - ogna sær kunnleika um eldri norðurlendska og føroyska bókmentasøgu - læra at skilja, lýsa og kunna um bókmentir sum søguligt fyribrigdi - læra at taka støðu til bókmentasøgu sum vísindi og lærugrein.
Innihald
Lisnar verða norðurlendskar bókmentir, skaldsligar eins væl og yrkisbókmentir, frá miðøld og til 1876. Lisin verða somuleiðis bókmentasøgulig verk, ritgerðir og greinir um bókmentir frá miðøld til seinnu helvt av 19. øld. Lisnar verða eisini greinir, sum viðgera støðuna hjá bókmentum í samfelagnum søguliga sæð. Í tí sambandi verður nomið við hugtakið bókmentastovnur, ið fevnir um slíkt sum forløg, ummæli, fjølmiðlar, virðislønir o.a. Lesturin kann verða skipaður í tíðarrað, tíðarskeið ella eftir søguligum "knútum"; hann kann miða seg eftir listfrøðiligum, hugmyndafrøðiligum, samfelagssøguligum ella politiskum og búskaparligum viðurskiftum. Lesturin kann eisini leggjast til rættis eftir temum ella tekstsløgum (genrum). Í lestrinum eiga tekstirnir at verða settir í samband við samfelagsviðurskiftini, við tann miðilin, sum ber bókmentirnar, tann stovnin, sum breiðir tær út, og teir lesarar, sum tær eru ætlaðar. Til próvtøkuna eigur studenturin at duga at - lýsa skaldsligu og yrkisbókmentaligu tekstirnar á lestrarlistanum við atliti at søgu tekstslagsins - staðseta og lýsa tekstirnar sum úrslit av menningarrákum í tíðarskeiðinum, sum teir eru vorðnir til í - gera grein á ymsum tulkingum av hesum tekstum og vísa á, hvussu bókmentasøguligar viðgerðir bera dám av vísinda- og mentanarrákum í tíðarskeiðinum, sum tær eru skrivaðar í. Til próvtøkuna gevur studenturin upp: A: Skaldsligar og yrkisligar bókmentir, og B: Bókmentasøguligar tekstir. A: SKALDSLIGAR OG YRKISLIGAR BÓKMENTIR: 4 skaldslig verk og 15 stuttar tekstir; av teimum seinnu eru 3 yrkistekstir, ella 3 skaldslig verk, 1 yrkisbókmentaligt verk og 15 stuttar tekstir. Skaldsligu verkini og stuttu tekstirnir skulu vera hóskandi spjadd við atliti at upprunatíð og tekstslag. Minst eitt skaldsligt verk skal vera føroyskt. Danskar, íslendskar, norskar (á nýnorskum og bókmáli) og svenskar bókmentir skulu vera umboðaðar við í minsta lagi tveimum skaldsligum verkum og 5 stuttum tekstum. B: BÓKMENTASØGULIG VERK: 3 bókmentasøgulig verk, partvíst sett saman av greinum, sum bæði yvirlitskent og dýpandi viðgera norðurlendskar bókmentir í tíðarskeiðinum. Haruppií greinir, sum viðgera bókmentasøgu sum tekstslag.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í 2 lestrarhálvur
Próvtøkuháttur
Studenturin kann velja at 1: fara til munnliga roynd við hálvtíma fyrireiking. Studenturin kann hava tey uppgivnu verkini og upprit (notat) síni hjá sær, meðan hann fyrireikar seg. 2: skriva fría heimauppgávu.
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir