1131.00 - Greining


Skeiðsnummar
1131.00
Heiti
Greining
ECTS
12
Endamál
At læra studentin at greina skaldsligar tekstir sum sjálvstøðugar eindir og at skilja teir sum úrslit av søguligum fyritreytum.
Innihald
Undirvísingin hevur til endamáls at læra studentin at greina skaldsligar tekstir sum sjálvstøðugar eindir og at skilja teir sum úrslit av søguligum fyritreytum. Studenturin skal greina og greiða frá, hvussu partarnir í einum skaldsligum teksti eru samansettir og skapa týdning og sereyðkenni hansara, og hann skal læra um ymisk bókmentafrøðilig háttaløg og greiða frá grundum, mannagongd og endamálum teirra. Eitt úrval av føroyskum og øðrum norðurlendskum skaldsligum tekstum verður greint sera gjølla. Greining umfatar kanningar m.a. av frásøgusnild, uppbygging, myndamáli, ørindislagi, stíli og av týdningi teirra fyri tema og tekstheild. Í undirvísingini verða fleiri háttaløg viðgjørd og dømi givin um ástøðilig arbeiðsløg, mannagongd í greiningini og endamál hennara, m.a. kunnu nýkritisk, strukturalistisk, hugmyndafrøðikritisk, hugmyndasøgulig, sálarfrøðilig og dekonstruktiv háttaløg koma upp á tal. Á henda hátt verður víst á, hvussu ymiskt tey viðgjørdu háttaløgini greina og tískil eisini fata skaldskap estetiskt, hugmyndafrøðiliga og samskiftisliga. Til próvtøkuna skal studenturin duga at - greina ein skaldsligan tekst gjølla - vísa á stíl- og formeyðkenni í samspæli teirra við tema og tekstheild - nýta greiningarhugtøkini - lýsa bókmentalig háttaløg
Læru- og undirvísingarhættir
2 tímar um vikuna í 3 lestrarhálvur ella 3 tímar um vikuna í 2 lestrarhálvur.
Próvtøkuháttur
Studenturin kann velja at 1: fara til skrivliga roynd í ókendum tekstum í 6 tímar. Studenturin skal einki taka við sær, neyðugu tekstirnir verða útflýggjaðir. 2: skriva eina bundna heimauppgávu.
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir