1222.10 - Vísindaástøði I
Skeiðsnummar
1222.10
Heiti
Vísindaástøði I
ECTS
5
Endamál
at studenturin
• ognar sær grundleggjandi kunnleika um vísindaástøði og søguligu gongdina í viðurskiftum millum vísindi, heimspeki og samfelag
• lærir seg at hugsa kritiskt um ástøðisgerð
Innihald
Undirvísingin er inngangur til hugvísindaligar vísindaástøðiligar spurningar.
Próvtøka
Til próvtøkuna eigur studenturin at duga at
• lýsa ástøðiligar tekstir á lestrarlistanum í søguligum høpi
Lestrarlisti
Til royndina gevur studenturin upp umleið 200 síður í almennum vísindaástøði og søgu tess.
Læru- og undirvísingarhættir
2 tímar um vikuna í 1 lestrarhálvu ella samsvarandi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 4 tímar við innanhýsispróvdøming.
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir