1302.12 - Sjúrðarkvæðini (BA)


Skeiðsnummar
1302.12
Heiti
Sjúrðarkvæðini (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal hava lokið støðisnám í føroyskum
Endamál
Skeiðið skal geva innlit í føroysku Sjúrðarkvæðini og útlit til annan norðurlendskan og týskan Sjúrðarskaldskap.
Innihald
Tey lesandi fáa djúptøkna vitan um tey føroysku Sjúrðarkvæðini og søguna um hin germanska Sjúrðarskaldskapin við denti á brigdini á norðurlendskum. Tey fáa eisini breiða og djúpa vitan um føroyskan og norðurlendskan kvæða- og balladuskaldskap og læra at meta um, hvussu skaldskapurin brigdast undir ymiskum mentanarligum umstøðum.
Læru- og undirvísingarhættir
Læraraundirvísing og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tey lesandi fáa djúptøkna vitan um tey føroysku Sjúrðarkvæðini og søguna um hin germanska Sjúrðarskaldskapin við denti á brigdini á norðurlendskum. Tey fáa eisini breiða og djúpa vitan um føroyskan og norðurlendskan kvæða- og balladuskaldskap og læra at meta um, hvussu skaldskapurin brigdast undir ymiskum mentanarligum umstøðum.
Próvtøkuháttur
Frí heimauppgáva
Lestrarlisti
Fyribils bókmentalisti: Peter Hvilshøj Andersen: Die Nibelungen zogen nach Dänemark: eine Neuinterpretation der Erzählung Von Hven zwischen Seeland und Schonen. Frankfurt, M:Berlin:Bern:Bruxelles:New York:Oxford:Wien:Lang,2007. 442 s. Anne Holtsmark: Sigurd diktningen. KLNM Bengt R. Jonsson: Bråvalla och Lena. Kring balladen SMB 56. Í SUMLEN 1989 (Kap 1-6) og SUMLEN 1990-1991. Stockholm. H. C. Lyngbye: Færøiske Quæder om Sigurd Fovnersbane og hans Æt. Randers 1822. Elisabeth Vestergaard: Volsunge-Nibelungen traditionen. Antropologiske studier i en episk traditions transformationer i forhold til dens sociale kontekst.1992. Primerir tekstir: Sjúrðarkvæði eftir diplomatariskum útgávum: J. H. Schrøters optegnelser af Sjúrðar kvæði (Chr. Matras) Sandoyarbók eftir Jóannes í Króki. Valdir tekstir og tekstbrot úr: Das Nibelungen Lied Eddukvæðum Vølsunga søgu Tíðriks søgu Den Hvenske Krønike
Ábyrgd
Eyðun Andreasen