1880.10 - Postkolonalisma og kyn í norðurlendskum bókmentum


Skeiðsnummar
1880.10
Heiti
Postkolonalisma og kyn í norðurlendskum bókmentum
ECTS
10
Endamál
Ætlanin við skeiðinum er at lesa og viðgera føroyskar og norðurlendskar bókmentir í 20. øld í ljósinum av bók¬menta¬frøðiligum ástøði um “postkolonialismu”, t.e. eftir-hjálandastøðu.
Innihald
Ástøði um postkolonialismu stava serliga úr ensktmæltari bókmenta¬gransking, og tey snúgva seg um vald og tekstu¬ali¬tet í hjálondum og hjálandaveldum. Talan er um, hvussu m.a. partar av ment¬anini hjá hjá¬landavald¬inum seta dám á hjá¬landið og verða tiknir upp í mótstøð¬una móti hjálandavald¬inum. Postkolonial¬isma er ein støðug tilgongd, og hon er sjónlig í ímyndum fyri tjóðina og ímyndandi lýsingum av tjóðini. Kyn eru áhugaverd beinanvegin, talan er um vald, m.a. tí at konur eru fyri tvífaldari kolonis¬ering: Konur eru eins og menn skipaðar undir hjálanda¬valdinum; harafturat eru konur fyri mismuni vegna kyn sítt. Men í bókmentaligum eins og í samfelagsligum høpi er kyn annað enn lívfrøðiligt kyn. Kyn eru skapað gjøgnum siðvenjur og ímyndandi lýsingar m.a. í skald¬skapi. Í tíðarskeiðum, tá tjóðskapar¬rørslur eru í hæddini, hava kvinnur aloftast valt antin at ganga móti hjálandavaldinum ella ímóti patriarkatinum. At gera upp við bæði í senn er sjáldsamt. Tað, sum í einum høpi er víðgongt og frígerandi, er í øðrum kúgandi. Tað hevur eisini víst seg, at tjóð¬skaparlig tala snýr seg um konufólk; konufólkini sjálv hava ilt við at fáa orðið í henni. Hetta hava ávikavist Gayatri Chakravorty Spivak og Partha Chatterjee víst á. Á skeiðinum verður kannað, hvussu føroyskar og aðrar norðurlendskar bókmentir viðgera hjálandstøður. Eitt nú verða brot lisin úr føroyalýsingum eftir Tomas Tarnovius og Lucas Debes, úr ferða¬frá¬greiðingini frá Hetlandsferð hjá Chr. Pløyen í 1835. Meira verður gjørt burtur úr yrkingum og søgum eftir Billu Hansen og Súsonnu Helenu Patursson frá seinasta fjórðingi av 19. øld. Høvuðsdentur verður lagdur á fagrar bókmentir og essay úr grannalondunum og Føroyum, har Jóannes Patursson, Heðin Brú, Johanna Maria Skylv Hansen, Oddvør Johansen, Marianna Debes Dahl, Carl Jóhan Jensen, Bergtóra Hanusar¬dóttir o.o. verða umboðað. Tað ber illa til at viðgera bókmentaliga post¬kolonialismu uttan at umrøða enskar bókmentir. Lisin verða brot úr Shakespeare The Tempest, Charlotte Brontë Jane Eyre og Jean Rhys The Wide Saragasso Sea. Harumframt verður nakað av ástøðislestri, m.a. verður Postkolonia¬lisme, sum Hans Hauge hevur ritstjórnað (Aarhus universitetsforlag 2007) grundbók á skeiðnum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað við lærara- og studentaframløgum, orðaskifti og stuttum skrivligum uppgávum
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva.
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir