1885.11 - William Heinesen - eitt ritverk millum tjóðir


Skeiðsnummar
1885.11
Heiti
William Heinesen - eitt ritverk millum tjóðir
ECTS
10
Endamál
Kanna og umrøða hvussu ritverkið hjá Williami Heinesen kann verða innlimað í føroyska bókmentasøgu.
Innihald
Ritverkið hjá Williami Heinesen hevur reist spurningin, hvørjar tjóðarbókmentir tað hoyrir til. Tað er eitt tað mest umrødda og viðgjørda ritverkið í føroyskum bókmentum, men breið semja hevur ikki verið um tað sum føroyskt. Fyrsta yrkingasavn hansara kom út í 1921, fyrsta skaldsøgan í 1934 og kortini var hann ikki um¬røddur í Føroysku bókmentasøguni, sum kom út í 1935. Seint í 20. øld varð viðhvørt ført fram, at ritverk hansara átti ikki heima í føroyskum bókmentum, og summi vildu als ikki lesa bøkur hansara. Atvoldin var, at hann skrivaði á donskum. Men í danskari bókmenta¬søgu var William Heinesen viðurkendur og væl umrøddur. Ritverkið var ikki bara útihýst úr føroyskari bókmentasøgu, heldur ikki frálæruna í føroyskum umfataði ritverkið, men tá ið bøkurnar vórðu týddar til føroyskt gjørdist tað námssetningur og kom við í Bókmentasøguna 1980-82 hjá Árna Dahl. Lisnar verða Det gode håb og Laterna magica umframt yrkingar og stuttsøgur. Ástøði verða um postkolonialismu eitt nú Bill Aschroft et al. og Homi Bhabha. Um bókmentasøgu¬skriv¬ing verða eitt nú David Perkins og Udo Schöning í Litteraturhistoriografi (Århus universitetsforlag 2005) og greinirnar: “Vit eiga Wiliam” (Brá nr. 20) og Ann Ellefsen “William Heinesen i under-visnings¬øjemed” (Tårnet ved verdens ende) 1994 á skránni.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað við lærara- og studentaframløgum, orðaskifti og stuttum skrivligum uppgávum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig avrik á skeiðinum og bundin heimauppgáva.
Lestrarlisti
BA-studentar: 2 vísindaverk og 4 bókmentaverk MA-studentar: 3 vísindaverk og 4 bókmentaverk
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir