1886.11 - Máltøka hjá børnum við breki


Skeiðsnummar
1886.11
Heiti
Máltøka hjá børnum við breki
ECTS
5
Endamál
Skeiðið miðar ímóti at geva innlit í umstøður hjá børnum, ið ikki eru før fyri at menna vanligt talað mál og tískil mugu menna annað mál til samskiftis. Ástøði hesum viðvíkjandi verða viðgjørd og mett verður um, hvørjir møguleikar eru at hjálpa hesum børnum til at nema sær eitt mál, sum er fullgott at samskifta við.
Innihald
Øll hava tørv á at kunna samskifta, men hjá summum hava viðfødd brek við sær, at tey ikki læra mál sum tey flestu. Hvønn týdning hevur tað, um børn ikki læra mál og tískil ikki fáa samskift? Hvørjir møguleikar eru til alternativt samskifti, og hvat skalt tú serliga hugsa um, tá børn hava tørv á øðrum máli enn tí talaða? Hugt verður eftir, hvussu støðan er hjá teimum, ið av ymsum orsøkum ongantíð læra talaða málið, og hvør hjálp er at fáa hjá hesum børnum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað við lærara- og studentaframløgum, sum taka støði í bókmentum um evnið og í praktiskum royndum og kanningum.
Próvtøkuháttur
Frí heimauppgáva.
Lestrarlisti
Johansson, Iréne: Sprogudvikling hos handicappede børn, Special-pædagogisk forlag 2002. Lorentzen, Per: Fra tilskuer til deltager, Ålborg - Materialecenteret 2010. Lorentzen, Per: Kommunikasjon med uvanlige barn, Universitetsforlaget, 2009. Tetzchner, Steven von og Martinsen, Harald: Introduction to Augmentative and Alternative Communication, Whurr publishers 2000. Wrigley, Jackie Mørch og Mors, Niels: Børn og fortællinger, Forlaget Klim 2007.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen