1132.11 - Tekstgreining
Skeiðsnummar
1132.11
Heiti
Tekstgreining
ECTS
10
Endamál
Endamálið við undirvísingini er, at studenturin:
• lærir seg at greina skaldsligar tekstir
• lærir seg at lýsa tilgongdina í egnum tekstgreiningum
• lærir seg at skriva greinandi um skaldsligar tekstir
Innihald
Greint verður eitt úrval av skaldsligum tekstum, umboðandi yrking, søgu og leikrit á føroyskum og øðrum norðurlendskum málum. Yrkistekstir kunnu eisini koma fyri. Tekstirnir verða viðgjørdir og greindir við atliti at bygging, frásøgusnildum, myndamáli, ørindislagi o.ø. fyri at vísa á leiklutin hjá tí einstaka bygnaðartáttinum í tema- og tekstheildini.
Undirvísingin mennir førleikan hjá studentunum at lýsa tilgongdina í sínum egna greiningararbeiði. Tað verður m.a. gjørt við at hugleitt verður um teksthugtakið, tekstsløg og tekstgreiningarhugtakið.
Studentarnir skriva tvær 14-daga heimauppgávur ella eina 14-daga heimauppgávu og tvær vikuuppgávur um evni, sum lærarin ásetir, fyri at venja seg við at skriva greinandi um skaldsligar tekstir.
Próvtøka
Studenturin skal duga at
• Greina ein skaldsligan tekst gjølla, m.a. vísa á form- og stíleyðkenni í samspæli teirra við tema og tekstheild.
• Skilmarka og nýta greiningarhugtøk
• Lýsa tilgongdina í greining síni
Lestrarlisti
Til próvtøkuna í Tekstgreining verður lestrarlisti ikki innlatin.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í 2 hálvur.
Próvtøkuháttur
Studenturin fer til skrivliga 6-tímaroynd í ókendum teksti, sum verður útflýggjaður. Eingi hjálparamboð eru loyvd.
Innanhýsispróvdøming.
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir