1305.13 - Tvímæli (BA)


Skeiðsnummar
1305.13
Heiti
Tvímæli (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal hava lokið støðisnám í føroyskum.
Endamál
At geva tær innlit og evni til at arbeiða við tvímæli. Tú skalt skilja vísindatekstir um evnið og duga at arbeiða við tvímálsdata.
Innihald
Dentur verður lagdur á tvímæli alment og tvímæli í Føroyum. Tú fert at lesa um tvímæli í samfelagnum og tvímæli hjá tí einstaka.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina hálvu. Undirvísingin verður fyrilestrar og framløgur hjá tí lesandi; arbeiði við upptøkum og bólkaarbeiði. Spurningar verða settir til tekstirnar, og verður tosað um teir.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skalt tú vera før/ur fyri at: • Lýsa ta føroysku tvímælisstøðuna • Í høvuðsheitinum at nýta frøðimálið, sum hoyrir til evnið alment • At arbeiða við máldata á grundleggjandi støði • Tosa um tvímæli við hóskandi málburði • Arbeiða sjálvstøðugt og at halda evstamørk • Leita fram tilfar um evnið.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan: Tú skalt skriva eina bundna 3 viku heimauppgávu (7-15 bls.) um eina upptøku, sum er á føroyskum-donskum. Upptøkuna fært tú útflýggjaða frá ábyrgdarlærara. Møgulig endurpróvtøka er munnlig roynd í 30 minuttir við 30 minuttum í fyrireikingartíð.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Bøkur: Lisið verður úr: Myers-Scotton, C. 2006. Multiple Voices. An Introduction to Bilingualism. Blackwell. Oxford. Petersen, H. P. 2010. The Dynamics of Faroese-Danish Language Contact. Winter. Heidelberg. Hesar bøkurnar skalt tú hava við tann fyrsta tíman. Aftur at hesum verða greinar lisnar. Tilsamans 500 normalsíður.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen