1308.14 - Ferðafrásagnir (BA)


Skeiðsnummar
1308.14
Heiti
Ferðafrásagnir (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA-náminum ella hava samsvarandi fortreytir.
Endamál
Við at lesa ástøðiligar tekstir um tekstsløg og viðgera ferðafrásagnir fáa tey lesandi innlit í tekstslagið ferðafrásøgn í bókmentasøguligum høpi. Spurt verður m.a., hvat serligt er við ferðafrásagnum í mun til onnur sløg av teksti. Nær er ein tekstur ein ferðafrásøgn? Eru ferðafrásagnir yrkisbókmentir ella fagurbókmentir – ella bæði? Hvussu eru ferðafrásagnir partur av bókmentasøguskrivingini í Evropa? Hvussu kunnu ferðafrásagnir bólkast í bókmentasøgulig tíðarskeið? Hvussu eru ferðafrásagnir broyttar seinastu uml. 300 árini? Hví er stórur áhugi fyri ferðafrásagnum í dag?
Innihald
Skeiðið er skipað sum ein viðgerð av ástøðiligum spurningum um tekstsløg við serligum denti á, hvussu tekstslagið ferðafrásøgn á ymsan hátt verður skilmarkað í mun til t.d. skaldsøgu, ævisøgu, endurminningar o.s.fr. Við støði í hesum verða ferðafrásagnir lisnar og viðgjørdar. Kannað verður eisini, hvussu bókmentalig og heimspekilig rák síggjast aftur í ferðafrásagnum, t.d. verður spurt, hvussu tann ferðandi lýsir seg sjálva/n í mun til onnur, og hvussu tað heimliga og kenda verður lýst í mun til tað fremmanda og ókenda.
Læru- og undirvísingarhættir
Læraraframløgur og framløgur frá lesandi. Harumframt verður skift í millum kjak í bólkum og felags kjak í plenum um serligar og frammanundan orðaðar spurningar.
Læruúrtøka
Tey lesandi hava við skeiðsenda ognað sær ástøðiligt innlit í, hvussu arbeitt verður við at skilmarka ymisk sløg av teksti, og í hvønn mun slíkar skilmarkingar gera av, hvussu vit lesa tekstir. Harumframt skulu tey kenna tekstslagið ferðafrásøgn og hava ognað sær háttalag at arbeiða við ferðafrásagnum í bókmentasøguligum høpi.
Próvtøkuháttur
Frí heimauppgáva á uml. 20 síður.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti við grundleggjandi tekstum – valdir tekstir og tekstbrot úr: Carl Thompson: Travel Writing, 2011 – hetta er grundbók í skeiðinum A. S. Bawarshi & M. J. Reiff: Genre. An Introduction to History, Theory, Research, and Pedagogy, 2010 Edward Said: Orientalism, 1978 Paul Fussell: Abroad, 1980 Bergur Djurhuus Hansen: “Heimloysi sum tekstslag”, Fróðskaparrit 60. bók, 2013 Malan Marnersdóttir: “Á Suðurlandið”, In. Sýnisstubbar, 1994 Mungo Park: Rejser i det indre af Afrika, 2006 (1799) Sigurd O. Patursson: Sibirien i vore Dage, 1901 K.O. Viderø: Frá landi á fyrsta sinni, 1991 - harumframt verða brot lisin úr øðrum verkum og vísindaligum greinum. Pensum í alt er 600-800 normalsíður - tey lesandi skulu sjálvi ogna sær: Carl Thompson: Travel Writing (2011) og K.O. Viderø: Frá landi á fyrsta sinni (1991)
Ábyrgd
Bergur Djurhuus Hansen