1310.14 - Málnýtsla (BA)


Skeiðsnummar
1310.14
Heiti
Málnýtsla (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella hava samsvarandi fortreytir.
Endamál
At tann lesandi fær innlit í og lærir at meta um, greina og lýsa málnýtslu og stíl á ymsum stigum og á ymsum yrkisøkjum.
Innihald
Eitt úrval av munnligum og skrivligum yrkistekstum verður greint við atliti at ymsum frøðiligum sjónarhornum. Talan kann vera um stílfrøði, tungulist, samfelagsmálfrøði ella diskursiva greining. Greind verða dømi um m.a. politiskt mál, ítróttarmál, vísindaligt mál, fjølmiðlamál ella mál í undirvísingartekstum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Læraraundirvísing og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, hevur tann lesandi: • fingið grundleggjandi ástøðiligan kunnleika um málnýtslu og málnýtslugreining • fingið grundleggjandi førleika at nýta amboð at greina málnýtslu og stílfrøði • lært og fingið venjing í at meta um og laga mál til ymsa nýtslu eftir móttakara og samteksti • lært at seta greindan tekst í samband við lisið ástøði • fingið fatan av málfjølbroytni • fingið innlit í støðið undir málnormum
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar. Til próvtøkuna er loyvt at hava við: føroyskar orðabøkur, uppgivið tilfar og tilfar, sum nýtt er í undirvísingini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Wenche Vagle, Margareth Sandvik og Jan Svennevig. 2004. Tekst og kontekst. En innføring i tekstlingvistikk og pragmatikk. J.W Cappelens forlag. Harumframt verða ástøðiligar greinir lisnar og dømi um ymsa málnýtslu gjøgnumgingin. Pensum: 500 normalsíður til samans av ástøðiligum teksti um málnýtslu og hóskandi síðutal av tekstdømum.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen