1311.14 - Samfelagsmálvísindi og purisma (BA)


Skeiðsnummar
1311.14
Heiti
Samfelagsmálvísindi og purisma (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA-náminum í føroyskum ella hava samsvarandi fortreytir.
Endamál
Endamálið við skeiðinum kann býtast sundur í tveir partar. Annar parturin er ein almenn ástøðilig innleiðsla í samfelagsmálvísindi og purismu og samspælið teirra millum. Hin parturin vendir sær móti tí føroyska málsamfelagnum, har ið tann føroyska purisman verður kannað við støði í tí ástøðiliga partinum.
Innihald
Skeiðið er býtt sundur í ein ástøðiligan og ein meira verkligan part. Í tí ástøðiliga partinum fær tann lesandi innlit í nøkur útvald evni, t.d. málamót, fleirmæli, málvistfrøði (language ecology), málrøkt og máldeyða og fær á tann hátt innlit í samfelagsmálvísindalig hugtøk, sum kunnu knýtast at málsligari purismu. Tann lesandi fær tá høvi til at hugsa um spurningar sum t.d.: Hví er neyðugt at verja mál, hvat er tað, ið roynt verður at verja, hvat hendir, tá ið mál koma í samband hvørt við annað, hvat hendir, tá ið mál doyggja. Dentur verður lagdur á norðurlendska purismu. Í tí verkliga partinum verður purisman viðgjørd við útgangsstøði í tí føroyska samfelagnum, og spurt verður, hvussu vit kunnu knýta ta føroysku purismuna at teimum yvirskipaðu ástøðunum í tí ástøðiliga partinum? Hvønn týdning hevur purisman í menningini og varðveitsluni av tí føroyska málinum? Dentur fer at verða lagdur á hesi fyribrigdi: 1. Hvat eru samfelagsmálvísindi? Eitt stutt yvirlit yvir rákið í samfelagsmálvísindum í dag og ein skilmarking av hvat purisma er 2. Kunning um purimsu í Skandinavia (fyrri partur). Yvirlit í tveimum pørtum um purismu fyrr og nú í teimum skandinavisku londunum 3. Framhald av pkt. 2 4.Málamót (uttan málamót var helst eingin orsøk til purismu). Her verður lutvíst hugt at viðurskiftum, sum fremja purismu, og lutvíst fyribrigdum sum t.d. nýggjar dialektir, tillaging, málskifti, pidgin og creole. 5. Fleirmæli (multilingualism), hugt verður at fyribrigdum sum t.d. málamóti, diglossia, code switching, registarvariatión og málplanlegging. Spurningurin verður viðgjørdur: hvat er eitt alment mál og hvat merkir tað? 6. Hótt mál, máldeyði og málvistfrøði. Dentur verður lagdur á umrøðu av hóttan og tilgongdina av máldeyða. 7. Málrøkt og málreising. Her verður givin ein stutt kunning um ástøðið fyri málrøkt og málreising, sum hevur havt stóran týdning fyri føroyskt.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður tríggjar tímar um vikuna várhálvuna 2014. Undirvísingin verður skipað sum læraraframløgur og framløgur hjá teimum lesandi.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er at enda komið, hevur tann lesandi ognað sær grundleggjandi innlit í samfelagsmálvísindi við serligum atliti at purismu, tí hon hevur serligan týdning fyri menningina av føroyskum máli. Skeiðið umfatar ikki øll øki í samfelagsmálvísindum, men miðar ímóti, at tann lesandi skilir, hvussu til ber at nýta ávís samfelagsmálvísindalig amboð í arbeiði við føroyskum máli.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar. Til próvtøkuna er loyvt at hava alt tilfar frá undirvísingini umframt orðabøkur við.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Miriam Meyerhoff: Introducing sociolinguistics (2010) umframt annað Jógvan í Lon Jacobsen: Ærligt talt, who cares (Novus 2012) umframt greinar.
Ábyrgd
Jógvan í Lon Jacobsen