1312.14 - Myndamál, semiotikkur (BA)


Skeiðsnummar
1312.14
Heiti
Myndamál, semiotikkur (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA-náminum í føroyskum ella hava samsvarandi fortreytir.
Endamál
At veita tí lesandi grundleggjandi innlit í myndamál í breiðari merking, men serliga føroyskt myndamál og at læra tann lesandi at identifisera, skilja og nýta myndamál, t.e. at veita innlit í bygnaðin handan málið, hvussu vitanin um heimin verður framborin, t.e. bólkað, samansett o.s.fr., áðrenn hon verður til sum mál. Veita innlit í yrkismálið, sum verður nýtt á hesum øki.
Innihald
Ásannandi, at mál í stóran mun er myndamál, fara vit at lesa ástøðiligar tekstir og viðgera livandi føroyskt mál fyri á tann hátt at fáa innlit í týdningin av myndamáli. Skeiðið lýsir, hvussu heimurin ótilvitað verður bólkaður, hvussu bólkingin verður til hugtøk og hugskipanir og síðan, hvussu hugtøk og hugskipanir koma til sjóndar í málinum sum myndamál. Ein partur av skeiðinum er ein grundleggjandi innleiðsla um upprunan at hugtakinum hugskipan (enskt: 'schemata'), og hvussu hetta er í analogi við tað, vit síggja innan vísindaástøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður tríggjar tímar um vikuna várhálvuna 2014. Undirvísingin verður skipað sum læraraframløgur og framløgur hjá tí lesandi. Harumframt verður skift millum kjak í bólkum og felags kjak í plenum um serligar og frammanundan orðaðar spurningar.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, hevur tann lesandi ognað sær grundleggjandi ástøðiliga og verkliga vitan um myndamál. Við hesari vitan skal hann kunna: • Greiða frá myndamáli og greina lættar tekstir við myndamálsástøði. • Lýsa fyribrigdið metaforar og duga at meta um teir. • Vísa á teir strukturarnar, sum eru virknir í málinum. • Nýta fakmálið, sum knýtir seg at lærugreinini. • Meta um ástøðið og háttalagið, sum hevur samband við evnið.
Próvtøkuháttur
Skriva eina bundna 3 viku heimauppgávu (10-15 bls.) um eitt evni, sum er umboðað á lestrarlistanum, ið tú gevur upp.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Jógvan í Lon Jacobsen