1317.14 - Norðurlendskar samtíðarbókmentir (BA)


Skeiðsnummar
1317.14
Heiti
Norðurlendskar samtíðarbókmentir (BA)
ECTS
5
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (sí galdandi námsskipan).
Endamál
Studenturin ognar sær innlit í rák í norðurlendskum bókmentum eftir aldaskiftið og førleikar at viðgera tær í greining og tulking á ástøðiligari grund.
Innihald
Skeiðið snýr seg um nýggjar norðurlendskar bókmentir (t.e. eftir aldaskiftið), bæði í bundnum og óbundnum máli. Serliga verður kannað, hvussu nýggjar bókmentir eru í samrøðu við og nýta eldri bókmentahevd, t.e. tekstir og hendingar úr farnari tíð, og samstundis taka til viðgerðar evni í samtíðini. Í hesum sambandi verður røtt um postmodernistiska endurnýtslu, og ástøðiligir tekstir um hetta verða lisnir
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, studentaframløgur og floksundirvísing
Læruúrtøka
Studenturin ognar sær førleika at: • Greiða frá rákum í norðurlendskum bókmentum eftir aldaskiftið • At greina nýggjar norðurlendskar bókmentir og brúka viðkomandi ástøði sum amboð • At meta um rák í norðurlendskum bókmentum eftir aldaskiftið við støði í yvirlitslestri og viðgerð av bókmentaligum verkum
Próvtøkuháttur
Heimauppgáva (tríggjar vikur) um eitt uppgivið evni
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Verk: Sjón: Skugga-Baldur (2004), Carl Jóhan Jensen: Ó- søgur um djevulskap (2007), Gerður Kristný: Blóðhófnir (2010), Eva-Marie Liffner: Lacrimosa (2011), Rosa Liksom: Hytté no.6 (2011). Stuttsøgur eftir: Naja Marie Aidt, Merethe Lindström, Hanus Kamban og Gyrðir Elíasson. Ástøðiliga tilfarið verður útflýggjað sum kopi við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Bergur D. Hansen