1890.13 - Málamót (Sjálvlestrarevni)


Skeiðsnummar
1890.13
Heiti
Málamót (Sjálvlestrarevni)
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður á Fróðskaparsetri Føroya, og skal hava lokið støðisnám í føroyskum.
Endamál
Tann lesandi skal læra tey mest grundleggjandi heitini innan fakið málamót (language contact) og at nýta hesi upp á føroyskt data.
Innihald
Hugt verður at ymiskum frymlum, sum hava verið nýttir at greina málamót. Mett verður um, í hvønn mun teir kunnu nýtast til tað føroyska-danska málamótið. Farið verður ígjøgnum fonologisk-, morfologisk og syntaktisk lán og eisini orðalán. Eisini verður arbeitt við athalli og hvørja ávirkan danskt hevur á føroyska syntaks.
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvlestur.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skalt tú vera før/ur fyri at: • Lýsa ta føroysku málamótsstøðuna • Í høvuðsheitinum at nýta frøðimálið, sum hoyrir til evnið alment • At arbeiða við máldata á grundleggjandi støði • Tosa um málamót við hóskandi málburði • Arbeiða sjálvstøðugt og at halda evstamørk • Leita fram tilfar um evnið.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka, 6 tímar. Øll hjálparamboð eru loyvd.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Y. Matras. 2009. Language Contact. Cambridge: Cambridge University Press. Aftur at hesum skal tann lesandi lesa ymiskar greinar. Pensum er 500 normalsíður tilsamans
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen