1223.10 - Vísindaástøði II
Skeiðsnummar
1223.10
Heiti
Vísindaástøði II
ECTS
5
Endamál
at studenturin við støði í Vísindaástøði I
• kunnar seg við ástøðiligar spurningar, sum hava týdning í vísindaligari viðgerð av máli og bókmentum
• kunnar seg við granskingarsøguna hjá føroyskum máli og bókmentum
• lærir seg at nýta ástøði kritiskt
Innihald
Undirvísingin viðger vísindaástøðiligar støður og spurdómar í mál- og bókmentanámi og –gransking. Hon setir haraftrat granskingarsøguna hjá føroyskum máli og bókmentum í ástøðiligt høpi.
Próvtøka
Til próvtøkuna eigur studenturin at duga at
• greina ástøðiligar spurningar viðvíkjandi mál- og bókmentagransking
• greina granskingarsøguligar spurningar í ástøðiligum høpi
Lestrarlisti
Til royndina gevur studenturin upp umleið 150 síður av ástøðiligum og granskingarsøguligum tekstum.
Læru- og undirvísingarhættir
2 tímar um vikuna í 1 lestrarhálvu ella samsvarandi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 4 tímar við innanhýsispróvdøming.
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir