1313.14 - Søgulig málvísindi (BA)


Skeiðsnummar
1313.14
Heiti
Søgulig málvísindi (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At geva tær innlit og evni at arbeiða við søguligum broytingum í serliga føroyskum.
Innihald
At geva tær innlit í søgulig málvísindi; geva tær innlit í ástøði um, hví mál broytast og hvussu.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina hálvu. Undirvísingin verður fyrilestrar og framløgur hjá studentinum; arbeitt verður partvíst við kvæðatekstum. Arbeitt verður eisini við smáum uppgávum um málbroyting í tímunum.
Læruúrtøka
Tú skalt kenna til tey mest grundleggjandi heitini innan søgulig málvísindi, og kenna tær broytingar, sum hendu frá norrønum til føroyskt. Tú skalt vera før/ur fyri at lesa vísindaligar tekstir um evnið, kenna ymisk háttaløg innan fakið, duga at arbeiða diakront við málsligum data.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við Power Point framløgu. Tú fært ein spurning síðsta undirvísingardag. Hann byggir á pensumlistan, og tú hevur eina viku at fyrireika eina Power Point framløgu, sum skal vara í 20 minuttir + 10 minuttir til spurningar. Til próvtøkuna er bert loyvt at hava framløguna við.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Historical Linguistics. L. Champbell. Aftur at hesum verða ymiskar greinar lisnar.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen