1318.15 - Barnabókmentir (BA)


Skeiðsnummar
1318.15
Heiti
Barnabókmentir (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At tú ognar tær kunnleika um barnabókmentir sum tekstaslag og yvirlitskunnleika um føroyskar barnabókmentir. Haraftrat at tú fært innlit í spurdómar í barnabókmentagransking í samtíðini og harvið førleika til arbeiða greinandi við valdum evnum á økinum.
Innihald
Dentur verður lagdur á barnabókmentir alment og serstakliga barnabókmentir í Føroyum og støðu teirra. Tú fert at lesa um barnabøkur søguliga og ástøðiliga alment og í Føroyum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina hálvu. Undirvísingin verður fyrilestrar og framløgur hjá lærara og teimum lesandi og lutvíst framløgur við støði í bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
• Tá ið skeiðið er liðugt, skalt tú vera før/ur fyri at: Lýsa føroyska barnabókmentasøgu í høvuðsdráttum. • Nýta frøðimálið, sum hoyrir til evnið. • Orða teg um barnabókmentir munnliga og skrivliga. • Arbeiða sjálvstøðugt við einum avmarkaðum evni á økinum og at halda evstamørk. • Leita fram tilfar um eitt avmarkað evni á økinum og kritiskt skifta orð um tað.
Próvtøkuháttur
Frí heimauppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
• Nýggj leiti. Seks greinar um føroyskar barnabøkur 2003-2009. Sprotin 2013. • Sigurðardóttir, Turið. 2004. “Robinson Kruso á føroyskum: Mentan og politikkur”. Bókmentasøgur. Føroya Fróðskaparfelag: 32-71. Er á www.setur.fo • Sigurðardóttir, Turið. [kemur fyrst í 2015]. Føroyskar barnabókmentir, søguligt umhvarv og greiningar. • Umframt tað verða ymiskar greinar lisnar.
Ábyrgd
Tóta Árnadóttir