1319.15 - Bókmentatíðarskeiðið 1950-árini (BA)


Skeiðsnummar
1319.15
Heiti
Bókmentatíðarskeiðið 1950-árini (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At studenturin ognar sær innlit í almennar ástøðiligar og søguligar spurningar viðvíkjandi bókmentatíðarskeiði sum hugtaki. Harumframt kunnleika um samfelagsligu og bókmentaligu støðuna í 1950-árunum
Innihald
Arbeitt verður við almennum ástøðiligum og søguligum spurningum viðvíkjandi bókmentatíðarskeiði, serliga 1950-árunum. Vald bókmentaverk verða lisin og kannað í bókmentasøguligum høpi
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur av skeiðsbókmentum; umrøða um viðkomandi evni sum lærari og studentar velja; skrivligar venjingar
Læruúrtøka
Kunnleiki og innlit í ástøði um hugtakið bókmentatíðarskeið. Yvirlit yvir bókmentir í 1950-árunum og bókmentaligu støðuna í tíðarskeiðinum. Kunnleiki til frøðimál á økinum og førleiki at greina høvuðstættir í viðgjørda bókmentatíðarskeiðinum.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar við hjálparamboðum (uppritum og tilfari á lestrarlista)
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
2 vísindaverk, m.a.: Ballegaard Petersen, Annelise. 2003. “Periode”. Om litteratur: 230-247 Perkins, David. 2005. “Litteraturhistorie – en aktuel diskussion”. Litteraturhistoriografi. Aarhus Universitetsforlag: 41-72. Benjamin, Walter. 2005. “Litteraturhistorie – litteraturvidenskab”. Litteraturhistoriografi. Aarhus Universitetsforlag: 73-81. Moretti, Franco. 2005. “Om litterær evolution”. Litteraturhistoriografi. Aarhus Universitetsforlag: 103-132. Hoydal, Gunnar. 1984. “Yrkjarar í fimti- og sekstiárunum. Skúlablaðið. Serblað, mars: 2-15. Úrval av øðrum ástøðiligum, bókmentafrøðiligum og bókmentasøguligum greinum 4 bókmentaverk, m.a.: Maria Skylv Hansen. 1950. Gamlar gøtur I Hans Marius Ejdesgaard. 1952. Hitt ævinliga gonguverkið Ólavur Michelsen. 1953. Lovorð Tummas N. Djurhuus. 1958. Og dansurin gongur
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir