1322.15 - Skaldskapur 2014 (BA)


Skeiðsnummar
1322.15
Heiti
Skaldskapur 2014 (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Staðið fyrra part av BA
Endamál
Studentarnar læra at arbeiða sjálvstøðugt og vísindaliga við nýggjum føroyskum skaldskapi, sum ikki er kannaður og viðgjørdur av øðrum frammanundan. Studentarnir ogna sær innlit í eyðkenni og rák í nýggjastu føroysku útgávunum við skaldskapi, læra at greina nýggjan føroyskan skaldskap við støði í hóskandi ástøði og læra at viðgera føroyskan skaldskap í norðurlendskum og evropeiskum høpi.
Innihald
Skeiðið er skipað sum sjálvlestur. Studentarnir koma sjálvir við uppskoti til evni og finna sjálvir fram tilfar. Lærarin leiðbeinir og góðkennir skeiðið og lestrarlistan. Studentarnir arbeiða í bólki við ástøðiligum tekstum og við at greina útgávur við føroyskum skaldskapi frá árinum 2014. Spurt verður m.a., hvørji rák eru umboðaði formliga og innihaldsliga, og hvat eyðkennir hvørja útgávu sær. Serliga ástøðiligu hugtøkini um tað einraddaða og fleirraddaða í ávikavist “sentrallýrikki” og “interaktiónslýrikki” verða brúkt, og sonevnd “relationel poesi” verður umrødd. Við støði í hesum verða tekstirnir settir í føroyskt og norðurlendskt høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Studentarnar arbeiða sjálvstøðugt við sjálvvaldum lestrarevni og hittast eina ferð um vikuna í bólki. Í sama tíðarskeiði hava studentarnir 4 ferðir fund og verkstovu saman við læraranum.
Læruúrtøka
Studentarnir ogna sær evni: • at arbeiða sjálvstøðugt og vísindaliga við skaldskapi • at meta um ástøði og háttaløg at brúka í vísindaligari viðgerð av nýggjum føroyskum skaldskapi • at avmarka eitt evni, finna fram og skipa viðkomandi tilfar og at greina tilfarið í miðvísari arbeiðsgongd við greiðum endamáli • at greina og meta um rák í nýggjum føroyskum skaldskapi í norðurlendskum høpi • at greina og tulka nýggjan føroyskan skaldskap við støði í hóskandi ástøði
Próvtøkuháttur
Uppgávuorðing og munnlig próvtøka. Studentarnar fáa eina uppgávuorðing frá læraranum og skulu 3 yrkadagar seinni svara uppgávuorðingini í munnligari framløgu. Í alt eru 40 min. settir av til munnligu próvtøkuna, sum er sett saman av framløguni og spurningum/kjaki.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Peter Stein Larsen: Drømme og dialoger (2009), pp. 9-64, 152-243, 354-55, 467-485 Martin Glaz Serup: Relationel poesi (2013) Hugo Friedrich: Strukturen i moderne lyrik (1956(1987) , pp. 7-27 Bergur Djurhuus Hansen: Fagurbókmentaárið 2014 – ein vegleiðing (Dimmalætting 09.01.2015) Sissal Kampmann: Hyasinttíð (2014) Tóroddur Poulsen: Rustur sum viður og vindur (2014) Tóroddur Poulsen: Leyvið haldi eg (2014) Oddfríður Marni Rasmussen: Oktoberbløð í fallandi sól (2014)
Ábyrgd
Bergur Djurhuus Hansen