1231.13 - Setningafrøði


Skeiðsnummar
1231.13
Heiti
Setningafrøði
ECTS
6
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum á A stigi. Harumframt krevst B-stig í enskum. Treytin fyri at luttaka á skeiðinum er eisini, at tann lesandi hevur lokið skeið í Málvísindum og Føroyskari ljóð- og formlæru.
Endamál
At tann lesandi fær innlit í setningafrøðiliga bygnaðin í føroyskum setningum og hvussu ymisk sløg av setningum virka saman í eini heild og at menna evnini at greina setningar setningafrøðiliga.
Innihald
Í setningafrøði verður høvuðsdentur lagdur á almenn setningafrøðilig hugtøk og føroyska setningafrøði og at víðka og dýpa tann ástøðiliga og verkliga kunnleikan um føroyska setningafrøði. Tann lesandi fær javnan venjing í at greina føroyskar setningar.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og við venjingum, bólkarbeiði og sjálvlestri.
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið setningafrøði sum part av BA-prógvi í føroyskum, hevur, tá ið skeiðið er lokið, fingið kunnleika um setningafrøði alment og serliga føroyska setningafrøði. Við hesari vitan skal tann lesandi duga at
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 5 tímar. Til próvtøkuna eru øll hjálparamboð loyvd.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Leiðbeinandi lestrarlisti sæst á heimasíðuni www.setur.fo/til-studentar/foeroyamalsdeildin
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen