1331.16 - Almenn fagurfrøði (BA)


Skeiðsnummar
1331.16
Heiti
Almenn fagurfrøði (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsprógv við góðum úrsliti (5,8 í miðal).
Endamál
Skeiðið miðar eftir at geva teimum lesandi eitt yvirlit yvir lyklaástøði og hugtøk innan fagurfrøði. Við fyrilestrum og kjaki nema tey lesandi sær grundleggjandi vitan um fagurfrøði sum fak og sum amboð at greina list við.
Innihald
Skeiðið snýr seg bæði um, hvussu fagurfrøðin hevur ment seg til tað, hon er í dag, og um almennar heimspekiligar spurningar um list sum heild. Ber til at skilmarka list? Hvat er vakurleiki? Og er fagurfrøðiliga virðið á einum listaverki treytað av moralska boðskapinum í verkinum? Vit hoyra, hvat søguligir og nútíðar heimspekingar hava at siga um hesar og líknandi spurningar. Tey lesandi fáa eitt nú innlit í forngrisk ástøði um list, og um hvussu upplýsingartíðin og romantikkurin mentu nýggj fagurfrøðilig hugtøk. Dentur verður lagdur á, at tey lesandi menna síni greiningarevni, so tey gerast før fyri at viðgera fagurfrøðilig ástøði úr einum kritiskum sjónarhorni.
Læru- og undirvísingarhættir
Floksundirvísing við fyrilestrum, venjingum, framløgum og kjaki. Undirvíst verður 3 tímar um vikuna.
Læruúrtøka
Eftir at skeiðið er lokið, skulu tey lesandi vera før fyri: - at greiða frá høvuðsástøðum og hugtøkum í fagurfrøðini - at seta hesi í søguligt høpi - at viðgera heimspekiligar spurningar um list - at nýta fagurfrøði til at greina list - at greina sambond og ymiskleikar millum listagreinir.
Próvtøkuháttur
Ein uppgáva á 1200-1500 orð (5-6 síður) skal latast inn, meðan skeiðið fer fram. Skeiðið endar við skrivligari próvtøku á tríggjar tímar. Uppgávan og skrivliga próvtøkan telja hvør síni 50% av samlaða próvtalinum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Lestrarlistin er fyribils og styttri upprunatekstir og greinar koma afturat Skirbekk, Gilje, & Landsem Berntsen (1998) Filosofiens Historie, Gyldendal Beardsley, M.C (1966) Aesthetics from Classical Greece to the Present: A Short History, New York: Macmillan.
Ábyrgd
Bergur Djurhuus Hansen