1332.16 - Mynd- og orðlist í 20.-21. øld (BA)


Skeiðsnummar
1332.16
Heiti
Mynd- og orðlist í 20.-21. øld (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Bachelorstig: Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið. Stakskeiðslesandi skulu hava fortreytir sum samsvara við bachelorlesandi á 3. ári.
Endamál
Geva lesandi yvirlit yvir høvuðseyðkenni í føroyskari mynd- og orðlist í 20. og 21 øld og gera tey før fyri at greina verkini.
Innihald
Myndverk eftir S. J. Mikines, Ruth Smith, Ingálv av Reyni, Janus Kamban, Fridu Zachariassen, Thomas Arge, Trónd Patursson, Edvard Fuglø, Tórodd Poulsen o.fl. og yrkingar eftir Chr. Matras, William Heinesen, Guðrið Helmsdal, Carl Jóhan Jensen, Sissal Kampmann, Tórodd Poulsen o.o. verða gjøgn¬um¬gingin og viðgjørd í viðkomandi søguligum og listfrøðiligum høpi. Myndagreining er týðandi partur í skeiðinum umframt greinir um mynd- og orðlist, ástøði eins og sambandið millum listagreinirnar.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, studentaframløgur, ið greina verk og lýsa greiningarhugtøk v.m. Undirvíst verður á føroyskum og donskum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er av, duga tey lesandi • at lýsa viðkomandi greiningarhugtøk • greina myndlistaverk • at greiða frá høvuðsstevnum í 20. og 21. øld • lýsa sambond millum mynd- og orðlist seta verkini í hóskilig bókmentasøgulig- og listfrøðilig høpi
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva (3-vikuuppgáva, 10-15 s.)
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir