1336.16 - Tvímæli (BA)


Skeiðsnummar
1336.16
Heiti
Tvímæli (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava lokið støðisnám í føroyskum.
Endamál
At geva tær innlit og evni til at arbeiða við tvímæli. Tú skalt skilja vísindatekstir um evnið og duga at arbeiða við tvímálsdata.
Innihald
Dentur verður lagdur á tvímæli alment og tvímæli í Føroyum. Tú fert at lesa um tvímæli í samfelagnum og tvímæli hjá tí einstaka.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina hálvu. Undirvísingin verður fyrilestrar og framløgur hjá tí lesandi. Spurningar verða settir til tekstirnar, og verður tosað um teir.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skalt tú vera før/ur fyri at: • Lýsa ta føroysku tvímælisstøðuna • Í høvuðsheitinum at nýta frøðimálið, sum hoyrir til evnið alment • At arbeiða við máldata á grundleggjandi støði • Tosa um tvímæli við hóskandi málburði • Arbeiða sjálvstøðugt og at halda evstamørk Leita fram tilfar um evnið.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan: 30 minuttir munnlig próvtøka við 30 minuttum til fyrireiking.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Bøkur: Lisið verður úr: Myers-Scotton, C. 2006. Multiple Voices. An Introduction to Bilingualism. Blackwell. Oxford. Petersen, H. P. 2010. The Dynamics of Faroese-Danish Language Contact. Winter. Heidelberg. Hesar bøkurnar skalt tú hava við tann fyrsta tíman. Aftur at hesum verða greinar lisnar. Tilsamans 500 normalsíður.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen