1339.17 - Týðingarfrøði (BA)


Skeiðsnummar
1339.17
Heiti
Týðingarfrøði (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At studenturin ognar sær innlit í almennar ástøðiligar og verkligar spurningar viðvíkjandi týðing og harumframt kunnleika um støðuna hjá týðing í samfelagnum.
Innihald
Arbeitt verður við almennum ástøðiligum og verkligum spurningum viðvíkjandi bókmentatýðing og yrkistýðing.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur av skeiðsbókmentum; umrøða um evni sum lærari og studentar velja; skrivligar venjingar í at greina týðingar.
Læruúrtøka
Kunnleiki um støðuna hjá týðing í samfelagnum, frøðimál á økinum og førleiki at greina høvuðstættir í týðingartilgongd ástøðiliga og verkliga; grundleggjandi førleiki at meta týðingar til føroyskt.
Próvtøkuháttur
Frí heimauppgáva.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Tekstsavn, ið viðger hugsanir um týðing frá klassiskari fornøld til okkara tíð: The Translation Studies Reader. Ritstjóri: Lawrence Venuti. 2012 (1.útg.2000) Jacobsen, Jógvan í Lon. 1991. “Hugleiðingar um orð og innihald”. Málting 2: 14-21 Laviosa-Braithwaite, Sara.1998. “Universals of Translation”. Routledge Encyclopedia; ritstj.: Mona Baker: 288-291. Ólavsst, Vár í. 1991.“Málið í týddum barnab.”. Málting 2: 34-35 Úrval av greinum og aðrir tekstir.
Ábyrgd
Turið Sigurðardóttir