1342.17 - William Heinesen – yrkingar í samteksti (BA)


Skeiðsnummar
1342.17
Heiti
William Heinesen – yrkingar í samteksti (BA)
ECTS
5
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið er at lýsa og umrøða, hvussu yrkingarlagið hjá Williami Heinesen broytist við ella ímóti skiftandi bókmentarákum í 20. øld. Sabandið við føroyskan og annan skaldskap og aðra list verður kannað sum millumtekstasamband eins og gjøgnum ástøði um yrkingarkynstur í 20. øld.
Innihald
Lisnar verða yrkingar úr teimum sjey yrkingasøvnunum eftir William Heinesen og greinir um yrkingarritverkið. Sambandið við annan skaldskap verður m.a. viðgjørt millumtekstliga eins og lýst í Om litteratur. Metoder og perspektiver. Systime 2003: 153-169. Lisin verða brot úr ritgerðum um yrkingarkynstur eitt nú Terry Gifford 1999.
Læru- og undirvísingarhættir
3 t/viku í 8 vikur – væntandi frá fyrst í mars.
Læruúrtøka
Bachelorlesandi duga at • greina og leggja fram høvuðseyðkenni í yrkingunum eftir William Heinesen • greiða frá hóskandi millumtekstleikum • lýsa yrkingasløg í yrkingaritverkinum
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva, 7-10 s.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Úrval: Gifford, Terry The New Critical Idiom Pastoral. 1999. Heinesen, William: Samlede digte. Rolvs forlag. 1984 ella Gylden-dal. 2000. Jones, W. Glyn “Trý stig í lýriska skaldskapinum hjá Williami Heinesen”. Varðin bd. 47. 1980. Hefti 3-4: 170-183. Marnersdóttir, Malan: “Intertekstualitet”. Om litteratur. Metoder og perspektiver. Systime. 2003: 153-169. Moberg, Bergur Rønne: Greinarøð í Skáanum/Dimmalætting 25.5., 1., 8., 22. og 29.6.2002.
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir