1343.17 - Yrkingar og skaldsøgur eftir William Heinesen í samteksti - partvíst sjálvlestrarevni (BA)


Skeiðsnummar
1343.17
Heiti
Yrkingar og skaldsøgur eftir William Heinesen í samteksti - partvíst sjálvlestrarevni (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Fyrra part av bachelornámi í føroyskum ella samsvarandi.
Endamál
Endamálið er at lýsa og umrøða, hvussu skaldsøgu- og yrkingarlagið hjá Williami Heinesen broytist við ella ímóti skiftandi bókmentarákum í 20. øld. Sam¬bandið við føroyskan og annan skaldskap og aðra list verður kannað sum millumtekstasamband eins og gjøgnum ástøði um yrkingarkynstur í 20. øld.
Innihald
Lisnar verða yrkingar úr teimum sjey yrkinga¬søvnunum eftir William Heinesen og greinir um yrkingarritverkið. Sambandið við annan skaldskap verður m.a. viðgjørt millumtekstliga eins og lýst í Om litteratur. Metoder og perspektiver. Systime 2003: 153-169. Lisin verða brot úr ritgerðum um yrkingarkynstur eitt nú Terry Gifford 1999.
Læru- og undirvísingarhættir
3 t/viku í 8 vikur + sjálvlestur.
Læruúrtøka
Bachelorlesandi duga at • greina og leggja fram høvuðseyðkenni í yrkingum og skaldsøgum eftir William Heinesen • greiða frá hóskandi millumtekstleikum • lýsa yrkingasløg og frásagnarhættir í ritverkinum
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva, 10-15 s.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Heinesen, William: Den sorte Gryde, 1949 Moder Syvstjerne, 1952 Samlede digte. Rolvs forlag. 1984 ella Gylden¬dal. 2000. Jones, W. Glyn “Trý stig í lýriska skaldskapinum hjá Williami Heinesen”. Varðin bd. 47. 1980. Hefti 3-4: 170-183. Marnersdóttir, Malan: “Intertekstualitet”. Om litteratur. Metoder og perspektiver. Systime. 2003: 153-169. Atle Kittang 1990: “Forfatterskap som studieobjekt. Nokre ettertanker”. Historie – tolkning – tekst. Ritstj. J. Dines Johansen et al. Odense Universitetsforlag. S. 13-40. Jørgen Dines Johansen 2003: “Forfatterskab”. Om litteratur. Metoder og perspektiver. Ritstj. Leif Søndergaard. Systime. S. 209-229. Moberg, Bergur Rønne: Greinarøð í Skáanum/Dimmalætting 25.5., 1., 8., 22. og 29.6.2002.
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir