1344.17 - Nútíðarføroyskt (BA)


Skeiðsnummar
1344.17
Heiti
Nútíðarføroyskt (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Tann lesandi skal ogna sær vitan um eldri og nýggjari gransking í føroyskum innan serliga økið setningafrøði og málvariatión.
Innihald
Farið verður ígjøgnum kap. 5 í "Faroese. An Overview and Reference grammar". Aftur at hesum verða ymiskar greinar um føroyska setningafrøði/málvariatión lisnar, og partar av handritinum "Føroysk mállæra II. Syntaks". Dentur verður lagdur á, at tann lesandi fær eitt innlit í nýggjari og eldri gransking, og at tann lesandi skal kunnu skilja tað fakmál, sum er í greinunum.
Læru- og undirvísingarhættir
Pultundirvísing, framløgur, bólkaarbeiði, orðaskifti.
Læruúrtøka
Lesandi skal duga at arbeiða við greinum, sum skrivaðar eru um nútíðarføroyska setningarfrøði serliga og skilja innihaldið í teimum. Lesandi skal kunna nýta tilfarið frá undirvísingini í víðari arbeiði sínum í føroyskum; hugsað verður tá um frálæru, gransking og miðlan generelt av evninum.
Próvtøkuháttur
30 minuttir munnlig próvtøka við 30 minuttum til fyrireiking.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Faroese. An Overview and Reference Grammar. H. Thráinsson, H. P. Petersen, J. í Lon Jacobsen & Z. S. Hansen. Kap. 5. Føroysk mállæra II. Syntaks. H. P. Petersen (handrit). Aftur at hesum verða ymiskar greinar lisnar. BA lesandi skulu geva upp uml. 500 bls.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen