1353.18 - Málamót (BA)


Skeiðsnummar
1353.18
Heiti
Málamót (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Tann lesandi skal ogna sær vitan um eldri og nýggjari gransking av málamóti við serligum atliti at støðuni í Føroyum.
Innihald
Farið verður ígjøgnum Dynamics of Faroese-Danish Language Contact (H.P. Petersen). Lisnir verða partar av Language Contact (Y. Matras), og ymiskar nýggjari og eldri greinar innan evni verða gjøgnumgingnar.
Læru- og undirvísingarhættir
Pultundirvísing, framløgur, bólkaarbeiði, orðaskifti.
Læruúrtøka
Lesandi skal duga at arbeiða við givna tilfarinum, og nýta tað í víðari arbeiði sínum við málamóti.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar. Øll hjálparamboð eru loyvd. Endurpróvtøkan er sum tann vanliga próvtøkan.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
The Dynamics of Faroese-Danish Language Contact. H. P. Petersen. Universitätsverlag Winter: Heidelberg. Language Contact. Y. Matras. Cambridge University Press: Cambridge. Aftur at hesum verða ymiskar greinar lisnar. BA lesandi skulu geva upp uml. 500 bls.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen