1381.21 - Sosiofonetiskt kanningararbeiði (BA)


Skeiðsnummar
1381.21
Heiti
Sosiofonetiskt kanningararbeiði (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið við øðrum fortreytum.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva studentunum innlit í granskingargreinina Sosiofonetikk og førleikar at arbeiða við tí evninum. Studentarnir fáa innlit í ástøði og gransking á økinum, førleikar at greiða frá sosiofonetiskum hugtøkum og haraftrat verkligar førleikar í háttalagi, greining og tøkni, sum verður nýtt til sosiofonetisk endamál.
Innihald
Sosiofonetikkur nemur við partar av klassiskum samfelagsmálvísindum og sameinir hetta við fonetiska greining. Innihaldið í skeiðinum er tvíbýtt: Annar partur snýr seg um ástøði og innlit í fonetisk og samfelagsmálvísindalig háttaløg umframt vitan um granskingina á økinum. Hin parturin fevnir um veruligt kanningararbeiði og verkligar royndir: innsavning av egnum málsligum tilfari, tøkniliga viðgerð av tilfari og síðani greining av egnum tilfari. Studenturin lærir at viðgera og greina egið tilfar í hóskandi forriti. Ígjøgnum arbeiðið á skeiðinum fær studenturin eisini beinleiðis kunnleika um ljóðini í føroyskum talumáli og hvussu arbeiðast kann nágreiniliga við hesum. Studenturin fær eisini kunning um granskingaretikk og um at útinna kanningararbeiði í samsvari við dátuverndarlógina.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, studentaframløgur, bólkaarbeiði, kanningararbeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, eigur tann lesandi at vera før/ur fyri at: - Greiða frá sosiofonetiskum ástøði og gransking í sosiofonetikki - fyrireika og útinna kanningararbeiði í verki og greiða frá um kanningararbeiðið og háttalagið - lýsa talað mál við at avskriva og ljóðskriva talu eftir ávísum leistum - greina talað mál við at viðgera og meta um framburð eftir ávísum leistum - greiða frá greiningarleistunum, ið nýttir verða - viðgera og greina egið innsavnað tilfar og greiða frá háttalagi, ið nýtt verður til greining.
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Kendall T. & Friedland V. (2021) Sociophonetics. Cambridge: Cambridge University Press. ISBN: 987-1-316-62803-4 Petersen, H. P. (2021) Føroysk mállæra 3: Ljóðlæra. Tórshavn: Nám Víðkaður lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan. Afturat hesum báðum lærubókum verða einkultir kapitlar úr øðrum lærubókum lisnir, umframt vísindaligar greinar, praktiskar vegleiðingar og aðrir tekstir. Hesir verða útflýggjaðir studentunum.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen