1364.19 - Staðarnavnafrøði (BA)


Skeiðsnummar
1364.19
Heiti
Staðarnavnafrøði (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
At studenturin fær grundleggjandi vitan um staðarnavnafrøði frá elstu tíðum til í dag.
Innihald
Í hesum lestrarevni verður kunnað um hugtøk og heiti innan staðarnavnagransking. Farið verður ígjøgnum føroyska staðarnavnainnsavning, staðarnavnaheimildir og staðarnavnagransking.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Floksundirvísing og studentaframløga.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, hevur studenturin fingið grundleggjandi ástøðiliga vitan um staðarnavnafrøði og skal • greiða frá hugtøkum og heitum innan staðarnavnafrøðina • á grundleggjandi hátt flokka staðarnøvn • greiða frá føroyskum staðarnavnaheimildum • greiða frá føroyskari staðarnavnainnsavning • gera grein fyri føroyskari staðarnavnagransking.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Greinir og bókarúrtøk verða útflýggjað so hvørt sum undirvísingin gongur.
Ábyrgd
Anfinnur Johansen