1122.23 - Bókmentasøga I


Skeiðsnummar
1122.23
Heiti
Bókmentasøga I
ECTS
10
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali (svarar til minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 í miðal eftir 13-talsstiganum) í føroyskum.
Endamál
Við námsevninum vinnur studenturin sær vitan um og fatan av bókmentum í Norðurlondum frá miðøld til umleið 1876. Studenturin gerst førur fyri at lýsa bókmentirnar við atliti at tekstslagi og uppruna, at staðseta og lýsa tekstir sum sprotnar av mentanarrákum.
Innihald
Lisnar verða vesturnorrønar skaldsligar miðaldarbókmentir. Skaldskaparsløg í skaldskapi av manna munni í Føroyum fylla umleið ein triðing av námsevninum. Skaldsligar og yrkisligar bókmentir, sum hava livað og verið nýttar í Føroyum, og sum umboða bókmentalig rák í tíðarskeiðinum, verða viðgjørdar. Ástøðiligar bókmentir og bókmentasøguverk eru partur av viðgjørda tilfarinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við lærara- og studentaframløgum umframt munnligar og skrivligar venjingar, sum studentarnir gera einsæris og í bólkum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal studenturin vera førur fyri at • Greiða frá norðurlendsku bókmentasøguni í tíðini við serligum denti á ta føroysku. • Greiða frá føroyskum skaldskapi av manna munni. • Greiða frá sambandinum millum tað føroyska, tað norðurlendska og altjóða útsýnið í bókmentasøguni. • Lýsa bókmentasøguligar høvuðshendingar og høvuðsrák í tíðarskeiðinum. • Samanbera bókmentalig snið og tey mentanarligu og samfelagsligu høpi, tey eru partar av.
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við 1-3 dagar fyrireiking um uppgivið evni.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin, sum er vegleiðandi, fevnir um 3 skaldslig verk (t.d. skaldsøgu, yrkingasavn, leikrit, yrkisbók); 10 stuttar tekstir; av teimum stuttu tekstunum skulu 2 vera yrkistekstir; tekstir á minst 2 øðrum norðurlendskum málum enn føroyskum skulu vera umboðaðir. Harafturat koma einar 400 síður av bókmentasøgu.
Ábyrgd
Bergur D. Hansen