1134.18 - Bókmentagreining I


Skeiðsnummar
1134.18
Heiti
Bókmentagreining I
ECTS
5
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali (svarar til minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 í miðal eftir 13-talsstiganum) í føroyskum.
Endamál
Studenturin skal ogna sær undirstøðukunnleika um tekstgreining við serligum denti á at greina eitt av teimum fagurbókmentaligu tekstsløgunum og ogna sær kunnleika um greiningarhugtøk, serliga við atliti at einum av teimum fagurbókmentaligu tekstsløgunum. Dentur verður lagdur á, at studenturin lærir seg hegnið at greina eitt av teimum fagurbókmentaligu høvuðstekstsløgunum og at nýta greiningarhugtøk í hesum sambandi.
Innihald
Lisnar verða grundbókmentir í tekstgreining, serliga við atliti at einum av teimum fagurbókmentaligu høvuðstekstsløgunum. Lisin og greind verða ymisháttað dømi um serliga eitt av teimum fagurbókmentaligu tekstsløgunum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við lærara- og studentaframløgum, skrivligum venjingaruppgávum og bólkarbeiði.
Læruúrtøka
Studenturin skal duga at • greina skaldsligar tekstir av einum av høvuðstekstsløgunum • greiða frá eyðkennunum hjá einum av høvuðstekstsløgunum • lýsa tilgongdina í egnum tekstgreiningum í einum av høvuðstekstsløgunum • miðla greiningarúrslit innan fyri eitt av høvuðstekstsløgunum • seta fram greiningarúrslit um eitt av høvuðstekstsløgunum munnliga og skrivliga í hóskandi málsligum búna.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 4 tímar í ókendum teksti, sum verður útflýggjaður. Loyvd hjálparamboð: Allar orðabøkur.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Bergur Djurhuus Hansen