1221.15 - Vísindaástøði


Skeiðsnummar
1221.15
Heiti
Vísindaástøði
ECTS
10
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum (svarar til minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 í miðal eftir 13-talsstiganum).
Endamál
At ogna sær grundleggjandi kunnleika um vísindaástøði við denti á tí, sum hevur týdning fyri hugvísindi. Í undirvísingini verður miðað eftir, at studenturin skal fáa innlit í søguligu gongdina í viðurskiftum millum vísindi, heimspeki og samfelag, men skal harumframt eisini kenna høvuðsinnihaldið í vísindaástøðiligum stevnum, sum hava týdning í vísindaligum orðaskifti um hugvísindi. Dentur verður lagdur á at kenna høvuðsinnihald, ástøði og menningarleiðir í hugvísindum og at fáa eina grundleggjandi fatan av, hvussu skyldar vísindagreinir arbeiða. Studenturin skal læra seg at hugsa kritiskt um ástøði.
Innihald
Grundleggjandi kunnleiki um almenn vísindaástøði, serliga tað, ið hevur týdning fyri hugvísindi. Ymisk vísindaástøði verða viðgjørd, eins og søgan hjá hugvísindum. Studenturin skal vinna sær førleika til at meta um vísindaástøðiligar stevnur og hvussu vísindaástøðilig sjónarmið ávirka gransking innan hesi fak.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 2 tímar um vikuna í eina hálvu. Undirvísingin er skipað sum floksundirvísing við fyrilestrum, framløgum og kjaki. Lisnar verða grundbókmentir og valdir frumtekstir, sum tilsamans eru inngangur til vísindaástøðiligar spurningar.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skal studenturin vera førur fyri at • seta orð á høvuðsinnihaldið í viðkomandi vísindaligum stevnum • lýsa líkleikar og munir millum ymiskar vísindaligar stevnur • seta atfinningarsamar spurningar til vísindaligar stevnur • vísa hvussu ymiskar vísindaligar stevnur kunnu geva íblástur til ávís fakøki • greina vísindaligar stevnur við atliti at heimspekiliga grundstøðinum • seta vísindaástøði inn í hugvísindaligan samanhang
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 5 tímar. Til próvtøkuna eru øll hjálparamboð loyvd.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við lestrarbyrjan. Umleið 800 síður verða lisnar á skeiðinum.