1232.15 - Setninga- og merkingarfrøði


Skeiðsnummar
1232.15
Heiti
Setninga- og merkingarfrøði
ECTS
8
Fortreytir
Bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv við góðum próvtali í føroyskum (svarar til minst 5,8 í miðal eftir 7-talsstiganum/8 í miðal eftir 13-talsstiganum).
Endamál
At studenturin fær grundliggjandi innlit í setningafrøði og merkingarfrøði sum málvísindaligar frøðigreinir. At studenturin lærir um setningafrøðiliga bygnaðin í føroyskum setningum, hvussu ymisk sløg av setningum virka saman í eini heild og mennir evnini at greina setningar setningafrøðiliga. At studenturin lærir at viðgera mál við støði í merkingarfrøðiligum hugtøkum og dugir at síggja tað í sambandi við skyldar greinir sum t.d. pragmatikk.
Innihald
Í setningafrøði verður høvuðsdentur lagdur á almenn setningafrøðilig hugtøk og føroyska setningafrøði og at víðka og dýpa tann ástøðiliga og verkliga kunnleikan um føroyska setningafrøði. Merkingarfrøðiliga verður dentur lagdur á viðkomandi hugtøk og hættir at meta um mál og at lýsa tey úr merkingarfrøðiligum sjónarhorni. Studenturin fær javnan venjing í at greina føroyskt setningafrøðiliga og merkingarfrøðiliga.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvíst verður 3 tímar um vikuna í eina lestrarhálvu. Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og við venjingum, bólkarbeiði og sjálvlestri.
Læruúrtøka
Studentur, ið hevur staðið setninga- og merkingarfrøði sum part av BA-prógvi í føroyskum, hevur, tá ið skeiðið er lokið, fingið kunnleika um setningafrøði og merkingarfrøði alment og við serligum atliti at føroyskum. Við hesari vitan skal studenturin duga at • nýta fakheiti innan setningafrøði og merkingarfrøði • greina føroyskar setningar úr skrift og talu • gera grein fyri ymiskum sløgum av setningum og leikluti teirra í setningsheildini • gera grein fyri setningafrøðiligum stigskipanum • greiða frá merkingarligum leiklutum í setningafrøðiligum høpi • greina føroyskt merkingarfrøðiliga • lýsa føroyskt úr merkingarfrøðiligum sjónarhorni.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 5 tímar. Til próvtøkuna eru øll hjálparamboð loyvd, íroknað orðabøkur.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Höskuldur Thráinsson et al. 2012: Faroese. An overview and reference grammar. Fróðskapur: 223-338. Ymist tilfar og greinir, sum verða løgd á Moodle (lestrarpallur). Kapitlar um setningafrøði, merkingarfrøði og pragmatikk í innleiðslubók til málvísindi (í handriti). Tilfarið verður útflýggjað.
Ábyrgd
Zakaris Svabo Hansen