1397.23 - Modernisma í føroyskum bókmentum og føroyskari list (BA)


Skeiðsnummar
1397.23
Heiti
Modernisma í føroyskum bókmentum og føroyskari list (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi greiningaramboð til at kenna aftur modernistisk verk og at skilja modernismu sum søguligt fyribrigdi. Modernisma er eitt hugtak um rák í bókmentum og list í 20. øld fyri nýggjar og víðgongdar orðingar av modernaðum lívsroyndum.
Innihald
Lisin verða týðandi modernistisk verk (yrking og prosa) frá Janusi Djurhuus til Lív Mariu Róadóttir Jæger. Úrvald myndlistaverk frá Sámali Joensen-Mikinesi til Hansinu Iversen verða greind. Harumframt verða lisnir tekstir um modernismu, ið viðgera hana sum søguligt fyribrigdi og sum rák sett saman av fleiri leiðum, ið eru at síggja í føroyskum bókmentum og føroyskari list.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, studentaframløgur, ið greina verk og lýsa grein-ingarhugtøk v.m. Undirvíst verður á føroyskum og donskum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, eru tey lesandi før fyri at: • greiða frá modernismu sum søguligum fyribrigdi • greiða frá modernistiskum leiðum og eyðkennum • lýsa og brúka viðkomandi hugtøk • greina skaldslig verk og vísa á, hvussu tey eru modernistisk • greina myndlistaverk og vísa á, hvussu tey eru modernistisk
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við trimum døgum til fyrireiking um uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Malan Marnersdóttir