1398.23 - Málbroyting og málvariatión (BA)


Skeiðsnummar
1398.23
Heiti
Málbroyting og málvariatión (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Studentarnir ogna sær teoretiska vitan, hví og hvussu broytingar henda á øllum løgum í málinum. Tað merkir, at víst verður á, hvar talan er um innari broytingar, og hvar talan er um ytri broytingar.
Innihald
At fáa innlit í málbroyting og variatión við serligum atliti at føroyskari ljóðskipan, morfologi, syntaks og merking. Og haraftrat at fáa innlit í, hvussu máltøka, málamót og tann innari bygnaðurin í málinum eru viðvirkandi til málbroytingar.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur. Tann lesandi skal eisini lata inn smærri uppgávur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, eru studentarnir førir fyri at: • greiða frá teimum heitum, sum snúgva seg um málbroyting og málvariatión. • skifta orð um ymiskar broytingar, sum henda í føroyskum serliga. • lesa vísindatekstir um evnið, og kenna arbeiðshættir innan økið. • arbeiða við søguligum og samtíðarligum data • skifta orð um og meta um, hví og hvussu eitt mál sum føroyskt broytist, og hví variatión er í málinum.
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva (í tvær vikur).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lyle Campbell: Historical Linguistics, fjórða útgáva, 2021. Eisini verða greinar á føroyskum og enskum lisnar. Fullfíggjaður lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen