1399.23 - Prosa og ørindi i fornaldarsøgum (BA)


Skeiðsnummar
1399.23
Heiti
Prosa og ørindi i fornaldarsøgum (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Studentarnir ogna sær grundleggjandi vitan um fornaldarsøgur við denti á menningina av skaldskaparslagnum frá munnligari traditión, handritaflutningi og generiskum siðvenjum. Dentur verður lagdur á bygnaðin í prosimetrum (samspæli millum prosa og ørindi). Studentarnir menna sína vitan um, hvussu forníslendskar søgur verða greinaðar og hvussu ein virkið og kritiskt arbeiðir við vísindaligari gransking og essayskriving.
Innihald
Fornaldarsögur verða lýstar sum eitt skaldskaparslag. Prosimetrum sum bókmentaligur bygnaður verður kannað, fyrst og fremst við lestri og greining av fornaldarsøgum. Studentarnir lesa eisini kritiskar bókmentir um fornaldarsøgur og um prosimetrum tvørtur um søguskaldskaparslagið sum heild. Studentarnir geva sítt íkast til ein orðalista við fakheitum, meðan skeiðið er, og hava framløgur um einstakar fornaldarsøgur og fakbókmentir.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, kjak, bólkaarbeiði og studentaframløgur. Tvær stuttar heimauppgávur eru eisini, meðan skeiðið er.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi duga at: • brúka fakheiti, sum knýta seg at gransking av forníslendskum søgum • greina og meta um fornaldarsøgur sum skaldskaparslag • greina prosimetriskan søgubygnað • kjakast um munnliga upprunan hjá søgubókmentum • skriva um evnið við at brúka akademiska siðvenju • kanna vísindaliga gransking, sum knýtir seg at fornaldarsøgum við einari upplýstari tilgongd.
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva um uppgivið evni í tvær vikur.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Fornaldarsögur í týðing. Lestrarlistin verður tøkur við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Helen Frances Leslie-Jacobsen