1572.23 - Máltøka (BA)


Skeiðsnummar
1572.23
Heiti
Máltøka (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tey lesandi ogna sær kunnleika um máltøku hjá børnum. Tey lesandi fáa innlit í ástøði og hvørjir tættir ávirka máltøku og hvønn týdning, ið mál hevur fyri menningina hjá barninum. Eisini fáa tey innlit í føroyska málumhvørvið hjá børnum.
Innihald
Innihaldsliga fevnir skeiðið um ástøði innan máltøku hjá børnum bæði viðvíkjandi samskifti, orðfeingi og úttalu. Harumframt verður hugt at ymiskum háttaløgum, sum kunnu nýtast at lýsa, kanna og meta um málsligar førleikar. Tey lesandi læra um, hvørjir tættir ávirka máltøku og hvønn týdning máltøka hevur fyri onnur viðurskifti, m.a. lesiførleikar. Støði verður tikið í føroyskum umstøðum.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum læraraframløgur, framløgur hjá teimum lesandi og kjak. Arbeitt verður eisini við smærri uppgávum, t.d. upptøkum og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, eru tey lesandi før fyri at: • nýta hugtøk innan fakøkið • lýsa grundleggjandi tættir í máltøku hjá børnum • kunna gera greiði fyri, hvønn týdning málsligir førleikar hava m.a. fyri lesiførleikar • greiða frá háttaløgum at savna inn dátur um mál hjá børnum • lýsa og greina tættir og viðurskifti, sum hava týdning fyri máltøku • lýsa máltøku í mun til føroysk viðurskifti
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka í 30 min (við 30 minuttum í fyrireikingartíð).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan. Erika Hoff: Language development, Wadsworth, Cengage learning. 490 síður. Hoff, E. (2006). How social contexts support and shape language development. Developmental review, 26(1), 55-88. Rasmussen, S. M., & Bleses, D. (2018). Faroese children’s early vocabulary acquisition: A Faroese adaptation of the MacArthur–Bates Communicative Development Inventories. First Language, 38(6), 641-668. Rasmussen, S. M. (2022). Faroese children’s first words. Nordic Journal of Linguistics, 1-26. Harumframt verða ymiskar aðrar greinar lisnar.
Ábyrgd
Sissal Maria Rasmussen