1573.23 - Dialektologi (BA)


Skeiðsnummar
1573.23
Heiti
Dialektologi (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum. Víst verður til galdandi námsskipan.
Endamál
Endamálið er, at studentarnir skulu læra, hvussu arbeitt verður við dialektologi ástøðiliga og verkliga. Studentarnir skulu læra ymisk háttaløg og meta um fyrimunir og vansar við teimum. Studentarnir læra, hvussu dialektkanningar verða gjørdar, og skulu sjálvir savna inn dialekttilfar antin við nýggjum innsavningum ella við at brúka tilfar í t.d. bandasavninum. Greiningarnar verða lagdar fram í tímunum. Eisini skulu studentarnir læra, hvussu heimildarfólk verða útvald til ymisk sløg av dialektkanningum.
Innihald
Innihaldið er í tveimum: Ein ástøðiligur partur og ein verkligur partur. Í tí ástøðiliga partinum verða tekstir um dialektástøði lisnir. Dialektritgerðir verða lisnar, har mett verður um innihald, háttalag o.s.fr. Seinni parturin tekur støði í teimum dialektkanningunum, sum studentarnir sjálvir gera. Hesar kanningar verða lagdar fram í tímunum, har kjakast verður um framløguna.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum læraraframløgur, studentaframløgur og kjak.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er endað, er studenturin førur fyri at: • greiða frá dialektologi sum vísindagrein • greiða frá dialektalari málvariatión í Føroyum • greiða frá, hvussu dialektkanningar verða gjørdar • arbeiða við innsavnaðum dialekttilfari.
Próvtøkuháttur
Munnlig hálvtíma framløga við 3 daga fyrireiking um uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við lestrarbyrjan og lagdur á Moodle.
Ábyrgd
Jógvan í Lon Jacobsen