1574.23 - Moby Dick í heimspekiligum ljósi (BA)


Skeiðsnummar
1574.23
Heiti
Moby Dick í heimspekiligum ljósi (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið er at lesa og viðgera skaldsøguna Moby Dick úr einum bókmentaligum og heimspekiligum sjónarhorni.
Innihald
Skaldsøgan Moby Dick eftir amerikanska rithøvundin Melville verður mett sum ein tann týdningamesta skaldsøgan í 19.øld. Verkið byggir á søguligar hendingar og viðger ein hóp av fyribrigdum og viðurskiftum. Millum evnini og fortreytirnar fyri skaldsøguni kunnu nevnast vesturlendsk heimspeki, bíblian, Shakespeare, tann maritima tilveran, ídnaðarlig hvalaveiða, samfelagsfatan, náttúrufatan o.m.a. Beinrakið hevur verkið verið samanborið við eina prismu við mongum smáflatum. Á skeiðinum verður skaldsøgan Moby Dick sett í bókmentaligan og heimspekiligan samanhang og við støði í viðgerðum hjá bókmentafrøðingum og heimspekingum verður ljós varpað á nakrar av teimum grundspurningum, sum skaldsøgan viðger.
Læru- og undirvísingarhættir
Lærara- og studentaframløgur og kjak.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, eru studentarnir førir fyri at: • lesa og viðgera bókmentir og heimspekiligar tekstir kritiskt og greinandi • arbeiða við bókmentaligum og heimspekiligum hugtøkum og skilmarkingum • greina sambandið millum bókmentir og heimspeki • greiða frá heimspekisøguni í yvirliti
Próvtøkuháttur
Heimauppgáva (tvær vikur) um eitt uppgivið evni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Møguligar tillagingar kunnu hugsast: Melville, Herman: Moby Dick, 1851 Philbrick, Nathaniel: In the Heart of the Sea, 2000 Philbrick, Nathaniel: Why read Moby-Dick, 2011 Delbanco, Andrew: Melville. His World and Work, 2005 Greer, Mary Zettelman: Moby-Dick. Charting the Depts: A Navigational Tool for Readers of Herman Melville´s Masterpiece, 2019 Anderson, Mark: Moby-Dick as Philosophy: Plato – Melville – Nietzsche, 2015 Jensen, Carl Jóhan: Terningar, søgur av tilvild, 2019
Ábyrgd
Jógvan Dalbø Hansen