1579.24 - Bókmentir og ferðavinna (BA)


Skeiðsnummar
1579.24
Heiti
Bókmentir og ferðavinna (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Studentarnir ogna sær innlit í, hvussu ferðavinnuástøði og bókmentavísindi saman skapa eitt nýtt tvørvísindaligt granskingarøki og eitt serligt háttalag í arbeiðinum við bókmentum. Studentarnir læra seg at brúka hugtøk og hugsanir úr hesum tvørvísindaliga granskingarøki í greinandi arbeiði við bókmentaligum tekstum og ferðavinnuligum lýsingum/marknaðarátøkum. Harumframt læra studentarnir at meta um ferðavinnuástøði sum ástøði í bókmentavísindaligum og samfelagsligum samanhangi.
Innihald
Við at knýta ferðavinnuástøði og bókmentaástøði saman í eina greining av føroyskum bókmentum verður kannað, hvussu sambandið millum menniskja og stað broytist í bæði skaldskapi og veruliga/samfelagsliga. Hetta verður gjørt við atliti at globaliseringini og vaksandi ferðavinnuni í Føroyum. Bergur R. Moberg skrivar í Radierende felter (2021), at vit hava fingið eitt tilvit um, hvussu vit verða sædd uttanífrá, og at hetta “afstedkommer en ny destinationsbevidsthed på Færøerne” (s. 211). Á skeiðinum taka vit støði í slíkum hugsanum og greiningum hjá Moberg og øðrum bókmentafrøðingum, ið hava viðgjørt samspælið millum ferðavinnu og bókmentir: vit kanna, hvussu lýsingar í bókmentum verða brúktar í ferðavinnuligum høpi, og hvørja ávirkan hetta hevur á staðið og mentanina - og aftur á bókmentirnar.
Læru- og undirvísingarhættir
Stuttir fyrilestrar, lærara- og studentaframløgur, bólkaarbeiði við smáum, tíðaravmarkaðum uppgávum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, eru tey lesandi før fyri: • greinandi at lesa ástøðiligar tekstir, sum viðgera felagseyðkenni hjá ferðavinnu og bókmentum • at lýsa og gera mun á ymiskum ástøðiligum hugsanum í tí tvørvísindaliga øki, sum er grundað á ferðavinnuástøði og bókmentavísindi • at brúka skilmarkingar og hugtøk úr ferðavinnuástøði í arbeiðinum við ymiskum sløgum av teksti • at viðgera og tulka bókmentir við støði í hugsanum og hugtøkum úr ferðavinnuástøði • at seta ferðavinnuligar lýsingar av støðum í bókmentavísindaligt og samfelagsligt høpi
Próvtøkuháttur
Bundin heimauppgáva í tvær vikur.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Fullfíggjaður lestrarlisti verður útflýggjaður við lestrarársbyrjan, m.a. hesi verk – ella brot úr hesum verkum – verða lisin: • Baldacchino, Godfrey (red.) 2018: The Routledge International Handbook of Island Studies. Routledge • Hansen, Bergur Djurhuus. 2015: Er heima til? Faroe University Press • Ísleifsson, Sumarliði R. 2011: Iceland and Images of the North. Presses de l'Université du Québec • Kapstein, Helen. 2017: Postcolonial Nations, Islands, and Tourism - Reading Real and Imagined Spaces. Rowman and Littlefield International • Moberg, Bergur Rønne. 2021: ”Fra ’nation building’ til ’destination building’”. Radierende felter - Prosaens litterære laboratorium. Multivers, s. 200-243 • Morton, Timothy. 2009 (2007): Ecology Without Nature – Rethinking Environmental Aesthetics. Harvard University Press • Richards, Greg (red.). 2007: Cultural Tourism - Global and Local Perspectives. The Haworth Hospitality Press • Urry, John og Larsen, Jonas. 2011 (1990): The Tourist Gaze 3.0. Sage Publications, 9. útgáva • Thisted, Kirsten og Gremaud, Ann-Sofie N. (ritstj.) 2020: Denmark and the New North Atlantic – Narratives and Memories in a Former Empire. Vol. 1-2, Aarhus University Press
Ábyrgd
Helena Lamhauge-Mortensen