1841.05 - Rúnafrøði


Skeiðsnummar
1841.05
Heiti
Rúnafrøði
ECTS
10
Endamál
Studentarnir læra um tey skiftandi sløgini av rúnastavraði, sum hava verið í brúki til skiftandi tíðir.
Innihald
Í tíðarskeiðnum 200 - 1000 e.Kr. fór alt skrivligt samskifti í Norðurlondum fram við rúnastavraðnum sum amboð. Sjálvt eftir at tað latínska alfabetið var tikið í nýtslu umleið ár 1000, vórðu rúnir framvegis brúktar í skrift í eini 400 ár ella meira. Við at studera rúnastavraðið, so sum tað varð brúkt í Norðurlondum, fáa vit gott innlit í evni sum skriftsøgu, skriftskipanir, viðurskifti millum ljóð og stavseting, málið í frumnorrønari tíð, mál, søgu og mentan í Víkingatíð, og í samfelagið í Norðurlondum í miðøld við tveimum skriftskipanum (latínskari skrift á pergamenti, rúnum á træi, steini og øðrum hørðum tilfari). Í undirvísingini fara studentarnir at læra um tey skiftandi sløgini av rúnastavraði sum hava verið í brúki til skiftandi tíðir, spurningurin um upprunan hjá rúnunum verður viðgjørdur, og søgan hjá rúnaskrivingini í Norðurlondum verður gjøgnumgingin. Høvuðsevni í undirvísingini verða - rúnalestur - upprunin hjá rúnaskriftini - menningin hjá rúnaskriving í Norðurlondum - verklig rúnafrøði - stakar rúnainnskriftir kannaðar og viðgjørdar Tá ið skeiðið endar, skuldu studentarnir verið førir fyri at lisið innskriftir við ymiskum sløgum av rúnastavraði, havt kunnleika um spurningin um upprunan til rúnaskriftina, um menning hennara í Norðurlondum, og hvørjum skiftandi endamálum hon tænti.
Læru- og undirvísingarhættir
Í tveimum umførum, november 2005 og februar 2006.
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd í 6 tímar.
Ábyrgd
Michael Barnes