1842.05 - Fyrimyndir og hugmyndir í kvæðayrkingini


Skeiðsnummar
1842.05
Heiti
Fyrimyndir og hugmyndir í kvæðayrkingini
ECTS
10
Innihald
Fyrimyndir og hugmyndir í kvæðayrkingini Kappin og mótstandarin: Hvør er kappin, og hvørjir eru hansara ytru og innaru eginleikar. Hvør er mótstandarin (taparin) í mun til kappan (vinnaran). Mannligir og kvinnuligir høvuðspersónar. Harðskapur og kyn. Kærleiki og kyn. Kvæðasamfelagið: Samanhangur og semja. Ósemjur og loysn á ósemjum. Kvæðaheimurin og veruleikin: Frá veruleika til skaldskap: Kunna vit síggja føroyska samfelagið endurspeglað í kvæðaskaldskapinum. Frá skaldskapi til veruleika: Hava fólk funnið hugmyndafrøði (ideologi) og fyrimyndir (ideal) í kvæðaskaldskapinum? Frá skaldskapi til skaldskap: Endurspeglast hugmyndafrøðin í munnliga kvæðaskaldskapinum í nýggjari yrkingalist. Høvuðsparturin av kvæðunum til viðgerðar verður føroysk kvæði, men eisini kvæði á øðrum norðurlendskum málum verða viðgjørd. Undirvísing: Eyðun Andreassen og Malan Marnersdóttir býta tímarnar millum sín, Eyðun fer at hava meginpartin av teimum. Undirvísingin verður fyrilestrar, orðaskifti og studentaframløgur. Fyribils lestrarlisti: Føroya kvæði Lövkrona, Inger: “Violent men and the violent man.” Í: Kön och våld i Norden. TemaNord 2002:545 s. 355 Marnersdóttir, Malan “Hon fekk hug á deyðum manni” í: Hon fekk hug á deyðum manni, Setursrit 1, FMD 1991, s. 4-14. Marnersdóttir, Malan “Kvindeaspekter i færøske ballader” í Analyser af færøsk litteratur. Ritstj. J. Cramer. Modtryk, Århus 2001, s 148-62. Songbók Føroya Fólks. Ritstj. Thorben Johannesen 9. útg. 1997 Sørensen, Preben Meulengracht: Norrønt Nid og Fortælling og ære: forestillingen om den umandige mand i de islandske sagaer. Odense Universitetsforlag, 1980. Patursson, Jóannes: “Heilsan (í forðum og nú)” Tórsh. 1936.
Læru- og undirvísingarhættir
Hósdag kl. 9-12, heystið 2005.
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við skrivligari próvtøku ella fríari heimauppgávu (sí treytir í námsskipan s. 25, 3. reglubrot) í januar.